Skúlabørnhittast aftur

Tíðin rennur sum streymur í á, soleiðis verður mangan tikið til tey kendu orðini hjá skaldinum. Ein dagin um várið 1978 komu Sofus Peter og eg í prát saman, og tað datt tann vegin, at nú í summar eru longu liðin 40 áríðani vit vóru saman á danmarkar ferð.

Vit hildu, at stuttligt hevði verið at komið saman til eina veitslu, so at gamlir vinir og kenningar frá hesari ferð kundu hittast aftur. Ringt er at vita, nær tað liggur best fyri, men lagaligasta løtan man óivað vera, áðrenn fólk fer í summarfrí. Sofus og eg tóku okkum um reiggj og settu hesa lýsing í Dimmalætting síðst í apríl mánaði í 1978 við hesari yvirskriftini:


Skúlabarna-

ferðin 1938

Tað man óivað vera eitt tað størsta tal av føroyskum skúlabørnum, ið hevur verið á einari uttanlandsferð. Vit vóru 100 børn til saman umframt lærararnar, ið vóru 6 í tali.

Vit undirritaðu hava hugsað um, at stuttligt hevði verið at hittast aftur, men ringt er at vita, nær tann lagaligasta tíðin er, og hava vit hugsað um leygardagin tann 17. juni á Hotel Føroyum. Men so er eftir at vita, um hetta tiltak hevur áhuga hjá teimum, ið við vóru á hesari ferð. Um so er, biðjast tey siga frá hjá øðrum okkum undirritaðu áðrenn 13. mei. Nøkur av hesum 100 børnum eru undir grønu torvu, og friður veri við minni teirra, men vit vildu fegin frá næstingum teirra fingið at vita, nær og hvar tey doyðu.


Vágur, tann 26. apríl 1978.

Sofus Petersen og Erling Poulsen.

Tiltak okkara hevði áhuga, og nógv vóru tey í tali, sum stevndu til Havnar henda góða leygardag 17. juni í veitslu á Hotel Føroyum, tí gamla niðri á Kongabrúnni. Vit sessaðust við búgvið borð, og meðan vit sótu til borðs, vórðu røður fluttar fram, og mangt var at minnast aftur á frá okkara frálíku skúlabarnaferð. Nógv høvdu ikki sæst øll hesi 40 árini, so viðhvørt knípti tað at kenna, hvør tað var, tú tosaði við, men stuttligt var at práta aftur við tey, ið tú ikki hevði sæð hesi nógvu ár.

Eftir borðhaldið vórðu borðini beind burtur og farið varð upp á gólv eina løtu, og dansurin gekk eins væl, og tá ið vit sum 14 ára gomul fyri 40 árum síðani tráddu dansin á flatlondum.

Farið var um miðjunátt, áðrenn hvør fór til sín, glað at havaverið saman aftur eftir so nógv ár.

10 ár seinri um heystið 1988 vóru vit aftur saman, og hesa ferð vóru vit á Parnassinum á Hotel Hafnia. Skilligt var, at vit vóru nógv færri enn í 1978, og var tað tí, at fleiri vóru farin í Harrans hendur, og nøkur kundu ikki koma fyri sjúku.

Hesa ferðina vóru tað Margreta Tórgarð, Hjørdis Ejde, sála og aðrar, sum skipaðu fyri. Tær høvdu fingið ein lista yvir øll tey, sum vóru farin undir grønu torvu hesi 50 árini, ið liðin vóru, síðani vit vóru á okkara danmarkarferð, og sigast má, at tey vóru nógv fleiri, enn vit høvdu hildið. Vit reistust, meðan nøvnini vórðu lisin upp, og aftaná mintust vit tey í tøgn eina løtu.

Eisini hetta kvøldið hildu vit leingi á, og tað mundi vera farið um midnátt, áðrenn vit fóru til húsa.