Í vikuni byrjaði arbeiðið at leggja nýtt kunstgras á skúlalagið. Arbeiðið er sprottið úr peningagávuni, sum skúlin fekk í summar, skrivar Vágs kommuna.
Í summar hevði Vágs Kommuna arbeiðsátakið Ung í arbeiði, har ungdómar fingu møguleika at nema sær arbeiðsroyndir. Ein av uppgávunum í Ung í arbeiði var at taka gamla kunstgrasið av skúlalagnum. Kunstgrasið, sum lá á, kom frá gamla fótbóltsvøllin á Eiðinum, sum varð brúkt frá 1987 til 2004. Gamla kunstgrasið varð lagt á skúlalagið í 2004, tá fótbóltvøllurin á Eiðinum fekk nýtt kunstgras.
Fyrr í ár fekk Vágs skúli eina peningagávu og avgjørt varð, at peningurin skuldi brúkast til ein sparkivøll á skúlalagnum. Og í gjár byrjaði so arbeiðið at leggja nýtt kunstgras á skúlalagið. Nýggja kunstgrasið kemur úr Klaksvík í samband við at Klaksvíkar Kommuna skifti vøllin í Djúpumýru út. Kunstgrasið verður nú lagt á og aftaná verður tað líma saman. Arbeiðið verður væntandi liðugt í komandi viku og síðani er ætlanin at gera girðing um sparkivøllin.
Vágs skúli hevur ætlanir um at gera fleiri tilboð til næmingar á skúlalagnum, tí er ikki lagt kunstgras á alt skúlalagið, skrivar vagur.fo.