Skúlar bjóða nýggja breytaskipan

Skúlarnir á Toftum og í Runavík samstarva um nýggja breytaskipan, sum ætlandi verður sett í verk komandi skúlaár

Næmingar í 8. flokki í Tofta Skúla og Skúlanum við Løkin fáa nú høvi at velja millum fýra spennandi breytir í 8. flokki: fótbóltsbreyt, tónlistabreyt, rørslubreyt og handaliga breyt.

 

Skúlarnir eru samdir um at samstarva um 8. flokk, og gevur økta samlaða næmingatalið betri møguleikar fyri einum spennandi og fjølbroyttum skúlatilboði. Samstundis eru karmarnir til ítróttar- og mentanarvirksemi á Svangaskarði og við Løkin av teimum bestu - eftir summarfrítíðina verða nýggja fimleikahøllin og dagførda ítróttahøllin við Løkin til reiðar at taka í nýtslu.

 

Komandi næmingarnir í 8. flokki velja í hesum døgum millum tær 4 breytirnar, ið koma at leingja skúlavikuna við 4-6 tímum. Tímarnir verða lagdir inn í skúladagarnar í blokkum á tveir tímar mánadag, mikudag og fríggjadag.

 

Nú vóna lærararnir í báðum skúlunum, at mentamálaráðið fer at geva grønt ljós til nýggju breytaskipanini, so hon kann setast í verk komandi skúlaár.

 

Við at TRÝSTA á PÍLIN undir MYNDINI ber til at hoyra eina samrøðu við Ingvard Lamhauge, varaskúlastjóra í Runavíkar skúla um ta nýggju breytaskipanina.