Ætlanin um at leggja lestrarstuðul um til lán, er aftur farin at spøkja í samgonguni.
Tað er Jákup Mikkelsen, formaður í Fólkaflokkinum á Løgtingið, sum aftur reisir málið.
Og hann heldur, at Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, skal gera álvara av ætlanini at leggja lestrarstuðulin um til lán
Løgtingið hevur viðgjørt eitt uppskot um at loyva nýútbúnum upp í ALS í eitt tíðarskeið ímeðan tey leita sær eftir arbeiði.
Orsøkin til at tey skulu kunnu sleppa upp í ALS er, at tað skal ikki vera ein fíggjarligur spurningur sum skal forða fyri, at tey búsetast uttanlands eftir loknan lestur, tí har kunnu tey oftast fáa arbeiðsloysisstuðul ímeðan tey leita eftir arbeiði.
Tað atkvøddi samgongan ímóti hóast tey flestu ásannaðu, at tað kann vera ein trupulleiki.
Men formaðurin fyri Fólkaflokkinum á Løgtingið heldur, at trupuleikin kann loysast á annan hátt, uttan at blanda ALS upp í.
- Tað kann gerast við at Bjørn Kalsø setir skipanina í verk um, at leggja lestrarstuðul um til lán.
Flytir tann lesandi ikki aftur til Føroya eftir loknan lestur, skal lánið rindast aftur, sigur Jákup Mikkelsen.
- Eg havi einki ímóti, at tey eru uttanlands í eini fimm ár og fáa sær arbeiðsroyndir.
- Men tey skulu flyta heimaftur at arbeiða í minst fimm ár fyri at sleppa undan at rinda lestrarstuðulin aftur, sigur formaður Fólkafloksins á tingi.
Men tey, sum flyta heim, uttan at hava arbeiði, kunnu so halda fram at fáa studning í eitt ár afturat eftir loknan lestur og halda tey fram at arbeiða í Føroyum, sleppa tey frá at rinda tað aftur.
- Gevur føroyska samfelagið lesandi stuðul til at útbúgva seg, er tað slett ikki órímililigt, at vit krevja stuðulin aftur frá teimum, sum ikki flyta heim aftur, men búsetast í útlondum, sigur Jákup Mikkelsen.
Tann peningurin kann so brúkast til at fíggja lestrarstuðulin hjá øðrum, leggur hann afturat.
Men hetta er sjálvandi ikki galdandi fyri øll tey, sum lesa í Danmark, tí tey fáa ikki stuðul úr Føroyum, tí tey fáa SU.
|
Men tey kunnu so fáa tilboð um at koma aftur til Føroya og fáa stuðul í eitt ár ímeðan tey leita eftir arbeiði og verða tey verandi í Føroyum, skulu tey so ikki rinda hetta aftur.