Skuldi ikki verið við

Hóast Ingi Olsen als ikki skuldi verið í føroyska hópinum mikudagin, so eydnaðist honum sum hin fyrsti í drúgva tíð at røkka 25 dystum á føroyska hondbóltslandsliðnum

Landsdystur

Igni Olsen, føroyski landsliðsskiparin, fekk undan dystinum handað blómutyssi, nú hann hevur rokkið 25 A-landsdysturm á hondbóltslandsliðnum.
Tá vit eftir dystin tosaðu við Inga um dystin, nýtti hann júst hetta høvið til at vísa á ein av stóru mununum millum føroyska og belgiska landsliðið.
- Eg haldi avgjørt ikki, at hatta liðið er betri enn okkara, men royndirnar, sum teir hava, eru avgjørt nakað, sum teir hava framum okkum. Sjálvur havi eg spælt allir teir landsdystir, sum hava verið leiktir síðani 1988, og nú havi eg so 25 dystir. Hjá teimum var onkur leikari, sum hevði fleiri enn 100 altjóða dystir, og tað sigur seg sjálvt, at hetta ger mun.

Gott eftir umstøðunum
Um sjálvan dystin helt Ingi annars, at eftir umstøðunum, so var tað eitt sera gott avrik hjá føroysku leikarunum.
- Tað sigur sigur seg sjálvt, at tá vit mangla so nógvar leikarar, sum vit gera í dag, so merkist hetta. Sjálvur haldi eg, at eg spældi á bakkplássinum í ?88, men síðani hevur tað fyri tað mesta verið á miðjuni, og tað sigur eitt sindur um, hvussu nógv vit máttu umskipa okkum.
- Tað gjørdi so eisini, at vit als ikki kundu spæla tað spæl, sum vit annars hava vant. Heini var at kalla einasti skjúttin, sum var eftir, og tá hann varð mansvardur, máttu vit broyta spælið fullkomuliga. Í so máta er kanska gott, at Áki G. og eg kennast somikið væl, og tá Heini eisini fall væl inn í okkara spæl, so riggaði tað hampuliga væl, tá spælið gjørdist somikið frítt. Kanska er tað eisini meira undirhaldandi, tá spælið soleiðis verður skjótt, heldur enn koyra upp á skjúttarnar. Kanska kann tað gerast eitt sindur rótut til tíðir, men tá tað riggar, so er tað stuttligt, og tíbetur riggaði hetta hampuliga væl hjá okkum í dag.
Spurdur, hvørt tað ikki kendist tungt seinastu løtuna, tá føroyska liðið somikið leingi hevði spælt við somu manning, helt Ingi, at sjálvandi var tað tað.
- Ikki minst merkti hetta, at tað gjørdist sera tungt hjá okkum í verjuni. Vit máttu royna at spara upp á fólki, og tí vórðu nakrar skiftingar gjørdar, so vit ikki altíð høvdu ideal-uppstilllingina inni, men allir stríddust ótrúliga væl, og tað var so avgjørt viðvirkandi til, at vit fingu nakað burturúr dystinum.
- Tað var tó ikki bara hjá okkum. Teir vóru so sanniliga eisini moyrir. Um tú hyggur at seinna hálvleiki, so verða teir ferð eftir ferð dømdir fyri nøl, og tað má so vera tekin um, at teir ikki megnaðu at halda fast um press-spælið, sum teir annars royndu í fyrra hálvleiki. Tað er nakað sum kostar, og orkan hjá teimum var ikki somikið góð, at teir kundu køva okkum niður.

Skuldi ikki vera við
Tað var annars um reppið, at Ingi Olsen als ikki var við í hópinum, sum spældi dystin mikudagin.
Konan er í løtuni í Danmark, har hon skal eiga, og sjálvur fór Ingi niður mánadagin.
- Har hendi so einki á hesum sinni, so eg gjørdi av at koma heim til hendan dystin. Akkurát, hvussu verður við dystinum í Belgia, tori eg slettis ikki at svara fyri. Tað verður helst ein støða, sum ikki verður avgjørd fyrr enn í seinastu løtu, og tað kann kanska enntá gerast so, at eg komi við til Belgia, men noyðist at venda við. Tað má so bara verða, sum tað verður, og undir øllum umstøðum er tað so ikki nakað, sum eg geri av sjálvur, segði Ingi Olsen at enda.