Ein av høvuðspersónunum í føroyskum politikki í mong mong ár, Atli Dam, og ein teirra, sum hevur verið mest drigin uppí bankamálið og onnur mál, ið hava havt tilknýti til kreppurnar, sum verið hava seinastu árini, verður ikki í Føroyum, hvørki tá danski forsætisráðharrin vitjar ella tá úrslitið av bankakanningini fyriliggur.
Sosialurin hevur tí vent sær til Atla Dam og spurt hann, hvørjar viðmerkingar hann vildi havt til bæði vitjan Nyrups og úrslitið av bankakanningini, um so var, at hann var stæddur í Føroyum!
Hann sigur, at tá danski forsætisráðharrin so fegin vil sleppa at vitja Føroyar nú, so eiga føroyingar sjálvandi at taka væl ímóti honum.
Sjónvarpsendingarnar
-Men er tú ikki vónsvikin av ikki at kunna vera hjá-stæddur tá Poul Nyrup Rasmussen kemur at vitja!
-Tað er eitt sindur torført at meta um, hvat ein missur við ikki at vera heima. Nú vísti føroyska sjónvarpið á, at føroyskir politikarar høvdu spælt við í leikinum sum statistar og hóast teir ikki kendu manuskriptið, so eydnaðist leikurin, sæð við donskum eygum, sera væl. Er tað so, at ein bert skal vera statistur í eini uppseting, sum hevur til endamáls at frígera Nyrup Rasmussen fyri ábyrgd, ið bert kemur at bjóða uppá úttalilsi við lítlum innihaldi av óforpliktandi slag, so eri eg ikki keddur av ikki at sleppa at luttaka í orðaskiftinum. Men gevst høvi til veruligar samrøður við eftirfylgjandi samráðingum kanska, so vildi eg fegin sloppið at borið fram nakað av tí, sum sera tungligt bylgist innan í mær, eftir at ein hevur verið vitni til tað heilt óhugnaliga, sum er hent og sum hevur gjørt, at bruni -?betendilsi? veruliga er íkomið í føroysk-donsk viðurskifti.
Atli Dam sigur víðari, at fekk hann høvi til at siga nakað við Nyrup, so hevði hann sagt, at tað er alneyðugt við handling nú og við einum dialogi, sum fer niður á botn til orsøkina til henda bruna, og har gjørt honum greitt, at hesin bruni millum stjórnirnar báðar, ta fyrru og hesa, og so føroyskar myndugleikar, er nakað, sum er vaksið til ein svull millum føroyingar og donsku stjórnina og ikki minst hevur knasað tað samarbeiði, sum hevur verið millum føroyska og danska javnaðarflokkin síðan stovnsetingina av flokkunum.
-Eg vildi gjørt honum greitt, at teir hava gjørt seg so nógv inn á heimastýrislógina, at hon nú má loysast av av einum nýggjum sáttmála, sum veruliga gevur føroyingum sjálvsavgerðarrættin, sjálvsstýrið aftur.
Spælt við merktum kortum
-Eg vildi eisini roynt, sigur Atli Dam víðari, at greitt honum frá, at úttalilsi um sínámillum virðing og um at líta frameftir, at sýna álit og virðing fyri føroyskum sjálvsavgerðarrætti, hevur lítið innihald, um ikki nakað veruligt og nýskapandi kemur burtur úr. Eg vildi sagt, at vit veruliga kenna okkum snýttar. At vit eru greiðir yvir, at tað er spælt við merktum kortum. Hetta at spæla við merktum kortum hevur ongantíð verið nógv virt, og varð tað eitt veruligt kortspæl, so kom hetta eisini undir revsilógina.
Tá eg sigi, at spælt er við merktum kortum, so liggur harí, at ikki fyrr enn, at notatið frá september 1992 kom undan kavi á sumri í 1995, gjørdust vit í Føroyum veruliga so greið yvir tann leik, sum varð farin fram í sambandi við sølu, í donskum stjórnum og helst eisini aftan tjald mótvegis fólkatinginum. Forvitnisligt hevði verið at fingið at vitað, um fólkatingið veruliga eisini ætlaði at farast skuldi fram ímóti føroyingum, soleiðis heilt uttan fyri allar tær spælireglur, sum frammanundan vórðu avtalaðar.
Eg vildi harmast um, at so long tíð er farin fyri skeyti, sum frá meðal 95 til nú, til at endurbyggja álitið í ríkisfelagsskapinum og at skapa møguleikar fyri framhaldandi at vera í ríkisfelagsskapinum. Tað arbeiðið skuldi fyri langari tíð síðani verið byrjað.
Eg hevði heldur ikki lagt meg so nógv út í, hvørt menn úttala seg, áðrenn úrslitið av bankakanningi fyriliggur. Bankakanningin er bert ein partur av øllum tí, sum er farið fram. Eg meti, at allur leikurin sum hann er er so ótespiligur, at tað er bert at fáa hetta aftur um bak sum skjótast.
Atli Dam heldur tað sostatt ikki vera rætt av Nyrup at vísa frá sær at tosa um bankamálið undir hesi vitjanini, tí tað fyriliggja so nógv faktuell skjøl, sum eru avdúkað av fjølmiðlunum og sum ein eigur at gera viðmerkingar til og sum tá kundi verið grundarlag undir einum góðum tjaki - uttan at skula fara inn á virðið av bankaaktiunum.
Atli Dam sigur víðari: -Nú plagar Nyrup sjálvur at tosa um at hyggja frameftir og ikki aftur um bak. Tað er rætt. Tað skal ein eisini gera. Men til tess at kunna fara frígjørdir inn í eina framtíð, so er neyðugt, at ávísir veruleikar koma á borðið, áðrenn ein sleppur hesum málum, og tað má staðfestast, at sjónvarpið við sínum nógvum skjalatilfari hevur prógvað, at her eru framd slík lokabrøgd, at tað er ikki nóg mikið bara at fáa at vita virðið av nøkrum bankapartabrøvum.
Atli Dam heldur hetta vera eitt mál av politiskum slag. Og tað kann tí bert loysast politiskt.
Trýbýti av skuld
Fyrrverandi løgmaður og formaður javnaðarfloksins vísir tí enn einaferð á uppskot sítt, sum hann fyrr hevur sett fram, nevniliga, at besta loysnin hevði verið eitt trýbýti av byrðunum, tí tey tiltøkini, sum Fíggjareftirlitið og stjórnin hava framt, hava kostað eyka. Tað er sjálvsagt, at tá ein eftir ?forgottbefinnandi? kann áseta tað, sum manglar í bankanum, so vóru tað ikki saklig men politisk endamál, sum Fíggjareftirlitið forfylgdi.
Hvat vil Atli Dam siga til teirra, sum halda, at danir í veruleikanum hava hjálpt okkum burtur úr einum trupulleika, sum varð sjálvskaptur og sum vit ikki sjálvi megnaðu at fáa bilbukt við!
-Politikkurin, sum førdur varð seinnu helvt av 80-unum, snúði seg um at frígera landskassan fyri meginpartin av teimum skyldum, sum hann hevði móti privata vinnulívinum. Nógv veðhald vórðu innloyst. Nýggj veðhald vórðu ikki givin, tí ein segði, at hetta vóru spurningar, sum lángevararnir máttu avgera sínámillum við lánveitararnar. So tað skuldi ikki ligið í kortunum, at bankar kundu fara av knóranum uttan so, at bankarnir høvdu rikið ein óforsvarligan bankapolitikk. Nú var tað so, at Føroya Banki hevði ein góðan bakk, sum saktans hevði kunnað borið hesi tap. Tað var tí ikki neyðugt at hjálpa føroyingum við hesum. Og tað lá jú heldur ikki í kortunum. Og tað er eisini eitt av svikunum, at vit fingu at vita, at tað bert snúði seg um Sjóvinnubankan. Um hann so var í vanda fyri at fara av knóranum, so hevði tað helst kunnað verið bjargað, uttan at alt fíggjarkervið fór um koll.
Atli Dam sigur víðari, at teir koyrdu jú Fossbankan um koll, men útbýtiðprosentið hjá honum vísir, at tað var fullkomiliga uttan grund og vit vita eisini, at tað var eingin grund til at fremja serlig tiltøk í sambandi við Sparikassan. Og í yðstu neyð síni skrivaðu teir húsavirðini generelt niður á 500.000, har húsini kostaðu 1,5 mill. Tað er so óforsvarligt, at hatta við at tosa um hálp er ógvuliga iva-samt.
Felags gjaldoyra!
Uppá fyrispurning um ikki gjaldoyraspurningurin hevur verið ein orsøk til, hvussu vit hava mett um kreppuna sigur Atli Dam, at hann hevur mett, at tað hevur havt eitt stórt virði, at vit høvdu felags fíggjarviðurskifti við Danmark. Men í hesum førinum hevur tað gingið alt ov langt. So tað er so sum so við hasi hjálpini.
-Vit kundu havt valt loysnir, sum kostaðu minni, og tað er ein av teimum spurningum,sum eg kundi havt hugsað mær at sett Nyrup:
Hví fekk eg ongantíð svar uppá bræv mítt frá 30. januar 1993! Í Føroyum verður tað mett sum ógvuliga lítil virðing ikki at svara aftur uppá brøv. Hevði Nyrup havt valt nakrar av teimum loysnum, sum eg vísti á tá, so hevði hetta ongantíð fingið slíkar dimensiónir. Tá høvdu vit sjálvir kunnað bjargað Sjóvinnubankanum saman við teimum stóru innskjótarunum.
Atli Dam vísir á, at stjórnin harafturímóti valdi eina loysn, har Den Danske Bank fekk møguleika at tøma Føroya Banka.
-Eg vil fegin undirstrika, at eg ynski Nyrup vælkomnum til Føroya, og eg eri fegin um, at javnaðarfólk fáa høvi til at skifta orð við hann og gera honum greitt, hvussu álvarslig støðan er og at tað burtur úr tí kann koma ein samráðing, sum ger, at vit virðiliga kunnu hittast í framtíðini og finna eina loysn, sum ger, at vit kunnu vera í ríkisfelagsskapi sum tvær tjóðir á jøvnum føti.Og eg veit, at formaður javnaðarfloksins Jóannes Eidesgard er væl fyrireikaður til hesar samráðingar og kemur at hitta Nyrup í einum positivum anda til felags gagn í Ríkisfelagsskapinum. Og til gagn til eitt møguligt framtíðar samstarv millum javnaðarflokkarnar báðar.
-Líkamikið hvat bankakanningin vísir, hvat heldur tú Nyrup eigur at gera!
-Tað er ikki líkamikið. Ein loysn, sum veitir føroyingum endurgjald, tí partabrøvini høvdu eitt annað virði, enn Den Danske Bank helt, er ikki ein virðilig loysn. Einasta loysn er ein politisk avtalað loysn, sum er galdandi fyri framtíðina, og tí er tað ikki altavgerandi, hvat bankakanningin kemur til.