Finnleif Guttesen
býrslimur og valevni
Eitt mál er at fáa skuldina niður á eina álíkning , tað vil siga frá 74 niður á 43 milliónir eftir fýra árum.
Skuldin hjá kommununi er og hevur verði ein kleppur um beinini fyri størri framburði í kommununi. Kommunan rindar nú slakar 10 milliónir í avdrátti og slakar 3 milliónir í rentum um ári.
Kommunan hevur eina bindandi avtalu við lán-veitarar í 5 ár, hendan avtalan gongur út við endan av 2005 og skyldar kommunan tá umleið 64 milliónir krónur.
Ein nýggj avtala skal gerast, og haldi eg at eitt mál skal setast, sum sigur, at við árslok 2008 skal kommunan ikki skylda meira enn 43 milliónir krónur.
Við einari líknandi avtalu verður avdrátturin 7 og ikki sum nú, 10 milliónir krónur um ári, frá ár 2006.
Gongur tað gott í framtíðini, og hví skal tað ikki tað, kann kommunan gera størri íløgur ella gjalda skuldina skjótari niður.