Skuldsetingar burtur úr vón og viti

- Hetta hevur einki við veruleikan at gera, og vit ælta at føra sak ímóti DR, sigur prædikumaðurin Christian Hedegaard um skuldsetingar um harðskap og tortur av børnum í felagsskapinum Evangelist DR1 setti í gjárkvøldið sjóneykuna á nýggjari trúðarsamfeløg í Danmark, og hvussu tey arbeiða. Ónevnd fólk greiddu frá ógvusligum hendingum, og serfrøðingar funnust at trúðarbólkunum fyri teirra arbeiðshátt. Serliga vóru umstøðurnar á einari summarlegu hjá Faderhuset ógvusligar fyri børnini, sum vóru við, men eisini felagskapurin Evangelist, sum er virkin í Føroyum, stóð fyri skotum.

- Eg eri bangin fyri, at tey halda, at eg havi ein illan anda í mær, og so fara tey vaksnu at halda mær fast og rópa í høvdið á mær, segði ein ung genta um sínar upplivingar í Evangelist.

Høvuðsmaður í felagsskapinum Evangelist er Christian Hedegaard. Hann hevur fleiri ferðir verið í Føroyum og hildið møtirøðir, og hann kemur aftur til Føroya at vitja í næsta mánaði.

Hann afturvísir øllum skuldsetingunum um, at tey fara illa við børnum í Evangelist.

- Hetta er tað mest absurda, sum eg havi hoyrt. Tað er ótrúligt, hvat mann kann verða skuldsettur fyri sum kristin í Danmark, og vit ætla at føra sak ímóti Danmarks Radio. Tað er langt úti, at DR kann leggja okkum undir slíkt, og tí skulu vit royna hetta í rættinum, sigur Christian Hedegaard við Rás2.

- Ekstremar skuldsetingar um, at vit skulu torturera børn, hava einki við veruleikan at gera. Hetta er beinleiðis lygn. Vit hjálpa nevniliga børnum og familjum, sum eru illa fyri, og nógva staðni eru okkara tilboð góðkend av kommunum og amtum, tí tey geva úrslit.