Tað var um midnáttarleitið gjáranáttina, at løgreglan fekk fráboðan um, at tveir menn gjørdu seg inn á bilar í Tvørgøtu og í Brekkugøtu í Havn. Løgreglan kom á staðið og fekk fatur á monnunum, sum vóru ávirkaðir. Teir vórðu tí lagdir í brummuna til teir vóru so mikið klárir, at teir kundu avhoyrast.
Og teir eru nú avhoyrdir og skuldsettir fyri herverk á tríggjar bilar. Teir hava eisini fingið bót fyri at bróta skilhaldsreglarnar. Onkur bilur er buglaður og okkurt er brotið innan í bilunum. Teir hava eisini verið í øðrum bilum, har er tó einki staðfest oyðilagt ella stolið, sigur vaktleiðarin á politistøðini.
Menninir, sum eru útlendingar, er tú ikki »administrativt útvístir«, sum tað eitur, tá útlendingar verða útvístir fyri lógarbrot. Men í hesum føri er ikki mett, at lógarbrotini eru nóg stór til tað, sigur vaktleiðarin. Tað er nú upp til arbeiðsgevaran at gera av.
Tey, ið eiga bilarnar, kunnu síðani krevja endurgjald og revsing fyri herverkið.












