Skuldsettur fyri harðskap móti tveimum persónum

Tvær ferðir er løgreglan boðsend orsaka av harðskapi og tríggjar ferðir orsaka av húsaófríði í nátt.

Um níggjutíðina í morgun varð løgreglan boðsend til eini hús í Vágunum, har ein maður hevði gjørt seg inn á ein annan. Tað vísti seg, at hetta var aðru ferð, at maðurin hevði framt harðskap móti einum øðrum persóni í nátt, so viðkomandi verður skuldsettur fyri harðskap móti tveimum persónum á tveimum ymiskum bústøðum.

 

Um fimmtíðina í morgun fóru menn til hendurs í einum dansistaði í Havnini. Løgreglan varð boðsend, og fekk tamarhald á støðuni, og hevur gjørt fyrireikandi arbeiðið, í fall onkur verður skuldsettur fyri harðskap í hesum sambandi. Sambært vakthavandi á løgreglustøðini veldst tað í stóran mun um, hvussu stórur skaðin er, men til tess krevst ein váttan frá einum lækna, so tað kann taka nakrar dagar, áðrenn farið verður víðari við tí málinum.

 

Onkrar fráboðanir hava eisini verið um húsaófrið. Løgreglan vitjaði á tveimum støðum í Tórshavn og einaferð í Vági.

 

Annars sigur løgreglan, at talan hevur verið um eina friðarliga nátt.

- Tað er væl møguligt, at veðrið spældi ein ávísan leiklut í so máta. Hóast veðrið tíbetur var gott, meðan flestu fólk skutu fýrverk, so fór at regna av grimd um 2-tíðina her í Havn. Tað hevur kanska gjørt sítt til, at nógv hava hildið seg innandura í nátt, sigur vakthavandi á løgreglustøðini í Havn.

 

Onkrar einstakar fráboðanir hava verið um full fólk, millum annað á farstøðini í Havnini. Ein fullur maður lá eisini avdottin í Skopun, men her fell løgreglan fatur á avvarðandi, ið kundu taka sær av viðkomandi.