Skuldu ikki missa kongaligu heitini fyrr enn tey vóru 25

Drotningin hevur framskundað avgerðina um at taka prinsa- og prinsessuheiti frá ommubørnunum, sigur Joakim prinsur.

 

Kongshúsið hevur framskundað avgerðina um at taka heitini sum prinsur ella prinsessa frá teimum fýra børnunum hjá Joakim prinsi.

Tað sigur Joakim prinsur í dag í samrøðu við B.T.

– Tann fimta mai sá eg eina ætlan. Um at børn míni skuldi missa sín samleika, tá tey hvør sær gjørdust 25 ár. Athena fyllir 11 í januar. Og so fekk eg fimm dagar ávaring, tá avgerðin varð framskundað, sigur hann.

Kongshúsið almannakunngjørdi í gjár, at tey fýra børnini hjá Joakim prinsi frá á nýggjárinum ikki longur kunnu kalla seg prinsar ella prinsesur.

Tað snýr seg um børnini Nikolai, sum er 23 ár og Felix, sum er 20 ár, sum Joakim prinsur iegur saman við Alexandru greivindu, eins og Heindrik sum er 13 ár og Athena sum er 10 ár, sum Joakim prinsur eigur saman við Marie.

Joakim prinsur sigur samstundis við B.T., at børnini eru ógvuliga kedd av avgerðini hjá ommuni.

/ritzau/