»Skúlin er liðugur« er 30 ár í dag

Kendi sangurin hjá Niclas Hera Jákupsson, sum rungar í øllum skúlin kring landið hesa ársins tíð, fyllir 30 ár júst í dag

 

Tað skrivar Niclas Heri Jákupsson á Facebook:

– Í dag bleiv eg glaður, tá eg sá vakran frískan ungdómin á Kambsdali, syngja henda 30 ára gamla sang.

Her er søgan um henda 30 ára gamla sang, skrivar hann: 

Í 1991 fór eg á Hægri Handilsskúla á Kambsdali, og endaði eg í einum ótrúliga góðum flokki, sum var fullur av løgnum fittum næmingum. Hóast eg tímdi illa at gera skúlating, so fór eg glaður í skúla hvønn dag - og tí var tað sorgblítt at enda skúlan summari 1992. 

Áðrenn síðsta skúladag tosaðu vit næmingar um, hvussu vit best kundu markera henda dag - og tá onkur kom við hugskotinum at gera ein sang, so var eg beinanvegin til reiðar og lovaði at gera lag og orð til henda sang.

##med2##

Sama dag bookaðu vit tíð í LT-Studio í Havn - og fingu vit tíð tríggjar dagar seinni. 

Hóast eg royndi alt, hvat eg kundi at gera eitt lag hesar tríggjar dagarnar, so gekk tað alt annað enn væl. Hvussu eg stríddist at smíða eitt lag, so bar tað ikki á mál.

Floksfelagirnir blivu við at spyrja meg, nær tey kundu hoyra sangin, og eg bar meg alla tíðina undan og segði, at tey skuldu nokk hoyra hann, tá hann var liðugur. 

So kom dagurin tá vit skuldu í studio. Nakrir bilar blivu fyltir við næmingum, og kom eg at sita á einum yvirfyltum baksetri. 

Leiðin gekk til Havnar at spæla ein sang inn, sum enn ikki var gjørdur....uha uha uha.

Hóast tað var trongt at sita í bilinum, so hevði eg mína kassaguitar hjá mær. Tað var ikki pláss til at spæla upp á hana, men eg fekk tó spælt uppá »bass-streingirnar«. Og meðan tónleikur rungaði í hátalarnum og vinfólkini prátaðu saman, sat eg á baksetrinum við oyranum niður á kassan á guitarini og royndi í »einsemi« at hoyra tónarnar......og ja, onkustaðni millum Kollafjørð og Havnina, kom lagið bráddliga - og so var skjótt at gera orðini til niðurlagið.....Ahhh den lætti. 

Komin inn í studio, bleiv lagið spælt inn - og meðan lagið bleiv spælt inn, fekk eg skjótt sett fyrsta ørindi saman, men so stóð fast. Seinna ørindi bleiv eitt felagsprojekt hjá næmingunum í hesum fantastiska flokki. 

Seinni sama kvøld bleiv lagið mixað, og var gleðin stór tá vit fingu sangin. 

Hvørt ár í 30 ár havi eg hoyrt sangin, og havi eg bara góð minnir um henda sang, sum mundi ikki blivið til.

 

##med3##

Eg havi ongantíð hoyrt uppruna sangin aftur, men seinni spældi Dynamit sangin inn - og nøkur ár seinni sang Arnfríð Lützen sangin inn. Síðani tá eru tað fleiri onnur, sum hava sungið henda sang inn. 

Tá vit næmingar komu úr skúlanum í 1992, vóru tað nøkur, sum fóru niður at lesa. Tey, sum eftir vóru møttu svárastu kreppu, sum hetta land nakrantíð hevur upplivað.  

Eg havi hoyrt onkran tosað um, at HHS 91-92 skal møtast í summar. Um so verður, so giti eg at vit fara at syngja »Skúlin er liðugur«.