Skúlin í Mykinesi settur í stand

Skúlin í Mykinesi varð bygdur í 1894-95 og tikin í brúk í 1896. Hann er ein av teimum vanligu smáu bygdaskúlunum sum vórðu bygdir tá í tíðini, við durði, skúlastovu, kamari og læraraíbúð sum var á loftinum.

Fyrsti lærarin var Sámal Niclassen - eisini nevndur Skúla-Sámal - og var hann lærari 1896-1908. Vanliga arbeiddu lærarar í Mykinesi í 6 ár, nakrir tó styttri.


Fyrsta skúlaárið 1896/97 vóru 23 skúabørn, 13 gentur og 10 dreingir. Mesta talið av skúlabørnum nakrantíð var í 1926, tá gingu 44 børn í skúlanum í Mykinesi, 27 dreingir og 17 gentur.

Annars hevur næmingatalið vanliga verið millum 15 og 25 næmingar.


Lærarin, sum steðaðist longst, var Poul E. Petersen, sum var lærari frá 1924 til 1944. Hann syrgdi eisini fyri at skúlaplenan og svimjihylurin í Mykinesi vóru gjørd.

Í sekstiárunum minkaði fólkatalið nógv í Mykinesi, og í 1970 vóru bert fýra børn eftir í skúlanum, tríggir dreingir og ein genta.


Síðani 2015 hevur eingin skúlagongd verið í Mykinesi, men tørvur er á hølunum til onnur endamál. Mykines er eitt av fremstu ferðafólkamálum í Føroyum, og Sørvágs kommuna hevur leigað skúlan út til hagapartanar í Mykinesi í summar. Skúlin er eisini umvældur og Emil Vang hevur staðið fyri at laða veggirnar av nýggjum. Hetta er hann komin sera væl frá, og úrslitið er eitt satt listaverk, skrivar Sørvágs kommuna á síni heimasíðu.


Vónandi verður skúlin til gagns fyri mykinesfólk og onnur, og hvør veit um ikki einaferð skúlabørn verða aftur í Mykinesi. Karmarnir eru so í lagið nú, skrivar sorvag.fo, og har eru eisini fleiri myndir av skúlanum at síggja.

 

##med2##

 

##med3##