Tað skrivar Skúlablaðið:
- Eisini í framtíðini skulu vit hava ein fólkaskúla, sum gevur børnum sterkar røtur í kristnari siðvenju, føroyskum mentanararvi og fólkaræðisligum virðum, sigur Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður.
Landsstýrismaðurin hevur biðið umsitingina í Mentamálaráðnum gera eina frágreiðing um støðuna hjá morgunsangi, felagssangi, kvøðing og siðbundnu mentanini annars í fólkaskúlanum. Henda frágreiðing verður liðug í komandi skúlaári.
- Tað er týdningarmikið, at vit hyggja nærri at støðuni sum heild viðvíkjandi morgunsangi, felagssangi, kvøðing og siðbundnari mentan í fólkaskúlanum. Við eini kanning fáa vit eina greiðari mynd av, hvussu hetta verður framt í praksis, og hvussu tað møguliga kann styrkjast framyvir. Eg havi varhugan av, at støðan er sera ymiskt úr skúla í skúla. Hesi viðurskiftini, sum eg vil hava kannað, eru grundleggjandi fyri samanhangsmegina, og tí verður áhugavert at síggja, hvussu støðan er. Tað týdningarmesta fyri meg er, at vit eisini í framtíðini hava ein fólkaskúla, sum gevur børnum sterkar røtur í kristnari siðvenju, føroyskum mentanararvi og fólkaræðisligum virðum.
Børn við vánaligum føroyskum orðfeingi er ein stór avbjóðing í skúlanum. Forkvinnan í Serlærarafelagnum vísti í samrøðu á heimasíðuni hjá Skúlablaðnum á herfyri, at talið á børnum, ið byrja í 1. flokki við sera vánaligum orðfeingi, er vaksið nógv og fyllir nógv í arbeiðinum hjá Førleikastovunum kring landið. Spurningurin er, hvat skúlamyndugleikin kann gera.
- Ta stóru avbjóðingina, at børn og ung lesa lítið á føroyskum, og at nógv tosa nógv enskt heldur enn móðurmálið, umframt avbjóðingina við stóru skíggjanýtsluni, er ein spurningur, vit eisini hava valt at taka upp í samgonguskjalið. Stóra skíggjanýtslan hevur ávirkan á, at fleiri tosa enskt heldur enn móðurmálið. Snildtelefonin skal als ikki vera í skúlanum. Átøkini, sum eru gjørd í skúlunum at avmarka snildfonina, verða eftirmett, og støðan viðgjørd, og so verður støða tikin til, hvørt bann skal verða sett. Vit vilja eisini seta aldursmarkið á 15 ár til sosialar miðlar, hóast vit vita, at tað verður ein sera trupul uppgáva at fremja í verki. Vit mugu taka støðuna í álvara, tá lærarar og onnur vísa á, at orðfeingið hjá børnum viknar, at føroyskt summastaðni verður trokað aftur av enskum, og at lesivanarnir broytast nógv. Heimurin hjá børnum og ungum er nógv meira altjóðagjørdur enn fyrr, og talgildir miðlar fylla sera nógv. Tað gevur nógvar møguleikar, men tað gevur eisini eina stóra ábyrgd hjá okkum sum samfelag at tryggja, at føroyska málið og føroyska mentanin framvegis hava eina sterka støðu hjá okkara børnum. Her hevur fólkaskúlin ein heilt avgerandi leiklut. Hann er okkara mest umráðandi stovnur, tí hann myndar hvørt einasta barn og ungfólk. Hann er tann stovnurin, har vit kunnu skapa ta samanhangsmegina, sum er so umráðandi í einum fólki. Hetta merkir, at vit mugu arbeiða meira tilvitað við føroyskum máli, lesing, sangi, frásøgnum, kvøðing, føroyskum bókmentum og føroyskari mentan sum heild. Øll eru greið yvir, at móðurmálið er hótt. Vit kunnu ikki áleggja foreldrum nakað, men bara heita á tey um at menna orðfeingið hjá børnum sínum.
Stóð tað til landsstýrismannin, var betri rúm fyri lesing og málmenning í skúlanum við eitt nú fleiri tímum til næmingarnar at lesa.
- Tað hevði verið ynskiligt, um vit kundu styrkt skúlabókasøvnini. Tað snýr seg um at vekja forvitni, lesihug og gleðina við føroyska málinum. Stoltleikan at hava okkara egna lítla mál og egnan samleika. Har hava skúlabókasøvnini ein sera týðandi leiklut. Eitt gott skúlabókasavn kann vera hjartað í lesimenningini hjá børnum. Tað snýr seg ikki bara um bøkur, men um at vekja forvitni, lesihug og gleðina við føroyskum máli og bókmentum. Tí haldi eg eisini, at vit mugu halda fram at framleiða gott føroyskt undirvísingartilfar, so føroyskt framhaldandi verður eitt livandi og sterkt mál hjá øllum børnum í Føroyum.
Eingir skúlabókavørðir eru útbúnir síðan 2004. Á eftirbúgvingarskránni hjá Námsvísindadeildini fyri heystið 2027 stendur bókasavnstænasta. Skúlabókavørðir hava í mong ár víst á, at størsta avbjóðingin hjá teimum er lága tímajáttanin. Tímar verða játtaðir sambært næmingatalinum; fyrsti tímin verður játtaður, tá skúlin hevur 20 næmingar. Landsstýrismaðurin sigur, at ætlanin er at kanna møguleikarnar fyri at finna fleiri tímar til skúlabókasøvnini.










