Skulu arbeiða fyri at styrkja føroyska málið

Nú er nýtt felag sett á stovn til endamálið

Føroyskt mál skal styrkjast, heilt frá barnagarði til Fróðskaparsetrið.

Tað er endamálið við einum felagi, sum varð sett á stovn í gjárkvøldið og sum vendir sær til lærarar í føroyskum á øllum stigum, heilt frá barnagarði til Fróðskaparsetrið.

Stigtakarar til felagið eru Katrin Næs, Henrietta A. Jacobsen, Jastrid á Dalbø og Óluva Klettskarð og felagið hevur fingið navnið, Føroyamál.

Óluva Klettskarð sigur, at á fundinum greiddu tær frá hugsjónini um aftur at fáa eitt virkið felag, sum kann skipa fyri fakligum og námsfrøðiligum tiltøkum, og fáa kjak í lag um lærugreinina føroyskt, heilt úr barnagarði til Fróðskaparsetrið.

Endamálið er at byggja brýr og at samstarva í víðastu merking ímillum lærarar í føroyskum, og at eggja til samstarv ímillum tey ymisku økini í skúlaskipanini, sigur hon.

Endamálið við felagnum er eisini at samstarva við móðurmálslærarafeløg í hinum Norðurlondunum.

Tey í nýggja felagnum halda nevniliga, at tað hevur stóran týdning at hava vitan um mál, mentan og tekstir hjá hvørjum øðrum, og um samskifti, og at luta hesa vitan sínámillum.

Í nevndini í nýstovnaða felagnum, eru Óluva Klettskarð, sum er forkvinna, Jastrid á Dalbø er næstforkvinna, Christina Jensen er skrivari, Henrietta Arge Jacobsen er kassameistari, og fimti nevndarlimurin er Helena Kannuberg. Tiltakslimur er Katrin Næs.