Skulu døma Ongland-Frakland

Eyðun Samuelsen og Andreas F. Hansen skulu stýra uppgerðini, tá kvinnulandsliðini hjá Onglandi og Fraklandi hittast tann 17. oktober.

Hondbóltur

Talan er um dyst í undankapping til EM-endaspælið, sum verður komandi ár.
Fronsku kvinnurnar eru kanska ikki heilt á somu hæddum sum menninir, men tær verða kortini mettar at hoyra í bólkin av liðum beint undir heimstoppinum. Og millum annað taptu tær herfyri tepurt móti bæði Noreg og Týsklandi.
Ongland hevur seinnu árini spælt móti føroyska kvinnulandsliðnum, men í mun til liðið, sum hevur tikið lut í Challenge-Trophy, hevur Ongland nú funnið fleiri spælarar í bæði Danmark, Noreg og Týsklandi, ið so ella so hava ensk ættarbond, og sum tí kunnu spæla á landsliðnum. Ætlanin við hesum er at hava eitt lið, sum í 2012 kann standa seg væl á Olympisku leikunum í London. Og eitt nú vann Ongland á Finnlandi í undan-undankappingini. Finnland vann finaluna í Challenge Trophy kappingini í fjør við sigri á Føroyum.