Skulu finna avloysaran fyri Fróða

Lars Olsen kveistrar allar ákoyringar burtur, um at ein landsliðsvenjingardystur í mars mánað er spill av tíð. Hann vil hava fleiri landsdystir, so hann kann fyrireika landsliðið til komandi uppgávur.

 

Les eisini:Soleiðis stillar Lars Olsen helst upp

 

- Hesin dysturin hevur stóran týdning fyri okkum. Vit skulu í gongd við eina nýggja undankapping eftir summarsteðgin, og so hava vit ein miðvøllin, ið vit skulu seta saman av nýggjum, sigur Lars Olsen, ið eisini ynskir ein venjingardyst í juni.

 

Les eisini: Tróndur Jensen um landsliðið

 

Hann kallar hetta eina nýggja byrjan á miðvøllinum, tí metmaðurin og liðskiparan øll árini undir Lars Olsen, Fróði Benjaminsen, ikki er tøkur longur.

 

- Vit skulu finna eina nýggja samanseting á miðvøllinum, nú tá Fróði Benjaminsen ikki er tøkur longur. Hetta er møguleikin hjá okkum at royna ein nýggjan miðvøll, og finna ein avloysara fyri Fróða Benjaminsen, sigur Lars Olsen við Sosialin.

 

Landsdysturin móti Liktenstein verður í morgin klokkan 18 í Marbella. Rás2 sigur beinleiðis frá dystinum.