Løgtingsval
Katrin Gaard hevur tikið seg av valevnalistanum hjá Javnaðarflokkinum í Suðurstreymoy. Hon gjørdist annars nummar tvey av valevnunum á síðsta uppstillingarfundi, mikukvøldið 6. februar. Hóast tað var stór undirtøka fyri, at hon skuldi stilla upp, so hevur hon valt at taka seg av listanum. Sosialistiskt Ungmannafelag (SU) boðar í tíðindaskrivi frá, at felagið fleiri ferðir hevur heitt á Katrina um ikki at taka seg av listanum, men hon hevur tikið avgerð um ikki at stilla upp. Elsba Olsen, forkvinna fyri Suðurstreymoyar Javnaðarfelag, sigur seg vera kunnað um avgerðina fyrst munnliga, síðani skrivliga. Elsba veit at siga, at Katrin Gaard hevur í hyggju at leita sær uttanlands í útbúgvingarørindum.
Elsba Olsen heldur avgerðina hjá Katrini vera óhepna.
?Tað er óheppið, at fólk taka seg av listanum, og tað er ikki gott fyri flokkin, sigur Elsba Olsen.
Fundur mikukvøldið
Elsba Olsen og hini í nevndini í Suðurstreymoyar Javnaðarfelag hava avgjørt at skipa fyri einum nýggjum uppstillingarfundi mikukvøldið, 20. februar. Á hesum fundinum verður atkvøtt um, hvør skal manna plássið, sum Katrin Gaard áður átti á valevnalistanum. Talan verður bert um tann eina fundin, har allir limirnir í Suðurstreymoyar Javnaðarfelag, ið vóru limir undan fyrsta uppstillingarfundi, ið var í desember, hava valrætt.
Tað er einki mark fyri, hvussu nógv kunnu stillast. Ei heldur er nøkur treyt, at nakar skal hava verið uppstillaður frammanundan til tað upprunaliga valevnavalið.
Katrin Gaard varð sjálv uppstillað av umboðum fyri SU, og tað hevur eisini verið siðvenja, at SU eigur eitt á valevnalistanum. Sosialistiskt Ungmannafelag boðar í tíðindaskrivi frá, at tey fara at stilla eitt valevni upp á fundinum mikukvøldið. Hetta verður Bartal Nolsøe Poulsen, sum áður hevur verið uppstillaður til fólkatingsvalið seinast.
?Tað varð heitt á meg um at stilla upp, og havi valt at takka ja til áheitanina, sigur Bartal Nolsøe Poulsen.
Óbestemt
Gudmund Joensen, sum gjørdist akkurát ov stuttur at sleppa á listan við seinasta uppstillingarfund, hevur ikki avgjørt, um hann fer at stilla upp. Hann var seytjan atkvøður frá at kunna kalla seg valevni fyri Javnaðarflokkin í Suðurstreymoy.
?Eg havi ikki tikið nakra avgerð enn. Tað hevði kanska verið best, um tað varð onkur í tí yngra endanum, ið slapp upp á listan, sigur Gudmund Joensen.
Gudmund er búsitandi í Nólsoy, og hann veit at siga, at tað ikki bert er siðvenja at stilla umboð fyri SU upp, tí tað hevur eisini verið siðvenja, at eitt umboð úr Nólsoy endaði á valevnalistanum, men hetta er nú óvist.
Helena Dam á Neystabø hevur ikki verið at fingið fatur á.