– Samgongan skal ganga á odda, tá ið hon velur fólk til landsstýrið og aðrar álitissessir. Landið skal somuleiðis ganga á odda at tryggja betri javnvág í lønini millum menn og kvinnur.
Tað skriva samgonguflokkarnir í samgonguskjalinum.
Tey ætla eisini at starvsheitini hjá Løgtinginum skulu broytast.
Bjørt Samuelsen skal til dømis ikki eita »løgtingsformaður«, so sum tað er sambært lóg. Tingfólk eita á formliga málinum »løgtingsmenn«.
Bjørt Samuelsen sigur, at hon vil modernisera Løgtingið. At broyta starvsheitini verður helst ein partur av hesum.