Nýggj náttúruverndarlóg kom í gildi 1. januar 2024, og náttúrufyrisitingin á Umhvørvisstovuni er í ferð við at taka skap. Tað stendur í ískoytispartinum til ólavsøkufrágreiðing løgmans 2024.
Arbeitt verður bæði við at fáa yvirlit yvir tøka nátturuvitan og skipa framtíðar náttúruskráseting, so at náttúrufyrisitingin fær eitt vitanargrundarlag at virka á, og við at taka tey fyrstu stigini at fremja endamálini í lógini í verki.
Samgongan hevur í samgonguskjalinum sett sær fyri at tryggja burðardygd í øllum samfelagnum, og í tí sambandi hevur verið arbeitt við at orða landinum ein politikk fyri burðardygga náttúruumsiting. Ætlanin er eisini at gera eina lívmargfeldisstrategi í samsvari við skylduna, sum Føroyar hava sambært lívmargfeldissáttmálanum hjá Sameindu tjóðum, og lagt eigur eisini at verða upp fyri teimum nýggjastu málunum í Kunming-Montreal-karminum fyri heimsins lívmargfeldi, sum partafundurin undir lívmargfeldissáttmálanum (COP 15) samtykti í desember 2023.
Av málum, sum hava bráðskund, eru reglur um innflutning av fremmandum lívverum. Endamálið er at forða fyri, at fremmandar lívverur, sum hava ella kunnu hava skaðiliga ávirkan á føroyskt lívmargfeldi, verða innfluttar, settar út ella breiða seg í náttúruni. Gjørdar verða m.a. reglur um innflutningsbann, innflutningsloyvi, váttanir, útseting, sølu og fráboðan.