Býráðið í kolombiska býnum Tulua ætlar, at allir ungdómar í býnum, sum eru eldri enn 14 ár, skulu hava minst eina hít uppi á sær. Men uppskotið fall á býráðsfundi í gjár, tí katólska kirkjan í landinum var harðliga ímóti tí, skrivar AP.
Men William Pena, sum legði uppskotið fram, ætlar sær ikki at gevast so, og nú ætlar hann at fáa eina fólkaatkvøðu í býnum um málið. Býráðslimurin sigur, at alt ov nógvar ungar gentur verða við barn, og harafturat stríðast nógv ungfólk við kynssjúkur. Teir trupulleikarnar kann hítin loysa, sigur hann.
Verður uppskotið samtykt á fólkaatkvøðu, fáa tey, sum gloyma at hava minst eina hít uppi á sær, 1.000 krónur í bót.