Skulu hava ungan forseta

Egyptiski andstøðuleiðarin Mohammed ElBaradei sigur nú, at hann ætlar sær ikki at stilla upp til forsetavalið í heyst.

-Mítt einasta mál er, at landið verður broytt frá einaræði til demokrati, sigur hann við arabiska sjónvarpið Al Jazeera.

Hann sigur, at eftir hansara tykki eigur Egyptaland at fáa ein forseta, sum er í bestu árum. Hosni Mubarak er 82, og sjálvur er ElBaradei 68.

-Eg vóni, at tann næsti forsetin verður í 40-árunum ella kanska fyrst í 50-árunum, sigur ElBaradei við Al Jazeera.

Mohammed ElBaradei var ofta frammi undir mótmælunum í Egyptalandi. Eygleiðarar siga, at tað kann ikki útilokast, at hann fer at stilla upp til forsetavalið í heyst, um hann fær nóg nógvar áheitanir um tað, hóast hann sigur nei nú.