Løgtingið hevur nú samtykt, at elbilar framhaldandi skulu sleppa undan at rinda avgjøld til landskassan. Hetta er fyri at fáa teir niður í prísi við tí endamálið at eggja fólki til at keypa elbil heldur enn bensin- og dieselbil. Samstundis sleppa hybridbilar og plug-in hybridbilar við einum lægri avgjaldi fram til 1. septembur í ár, tí eftir tað skulu teir rinda vanligt avgjald
Eitt tað stóra kjakevnið í Løgtinginum hevur verið um allir elbilar framhaldandi skulu sleppa undan avgjøldum, sama hvussu dýrir teir eru.
Tað eru fleiri tingfólk sum halda, at tað er eingin meining í, at tey, sum keypa ein luksus elbil skulu fáa almennan stuðul. Tí hava tey mælt til, at eitt mark verður sett á. Og eitt mark, sum er nevnt, er, at elbilar, sum kosta yvir 600.000 krónur, skulu ikki sleppa undan avgjøldum. Tey halda, at tey, sum hava ráð til at keypa ein so dýran bil, hava eisini ráð til at rinda avgjald av honum. Onnur hámark, sum eru nevnd, eru, at bilar, sum kosta yvir 800.000 krónur, ella eina millión, skulu ikki sleppa undan avgjaldi.
Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, sigur, at hon er sinnað at kanna málið. Men hon ivast í um tað er heilt so einfalt.
Hon sigur, at í Føroyum eru tað fleiri stórar familjur enn í okkara grannalondum. Og ein familja við fleiri børnum, hevur brúk fyri størri bili, og teir eru ofta dýrari. Skal ein familja rinda fullan prís fyri ein elbil, bara tí at tey eiga fýra børn, spyr Ruth Vang.
Tað kunnu eisini verða aðrar orsøkir til, at ein tað er brúk fyri einum stórum bili, eitt nú har talan er um, at onkur hevur rørslutarn og at tað er brúk fyri at fáa ein koyristól í bilin, sigur hon.