- Allur heilivágur kann hava hjáárin, og einki er hundrað prosent trygt, men eg meti, at koppingarevnið er so mikið væl kannað, at eg viðmæli framvegis gentum at lata seg koppseta fyri at fyribyrgja lívmóðurhálskrabba.
Soleiðis sigur Katrin Kallsberg, ið er serlækni í kvinnusjúkum og yvirlækni á Landssjúkrahúsinum. Seinastu mánaðirnar hava serliga danskir miðlar borið fram søgur, um ungar kvinnur, ið hava fingið ógvuslig hjáárin, ið kunnu hava samband við koppingarevnið, sum verður nýtt ímóti lívmóðurhálskrabba.
Óhugnaligu søgurnar hava fingið fleiri ungar kvinnur at ivast í, hvørt tær skulu lata seg koppseta ella ikki, og somuleiðis verður dúgliga kjakast um , um HPV-koppsetingin yvirhøvur skal fara fram.
Føroysku heilsumyndugleikarnir fylgja teimum donsku tilráðingunum, og so leingi Sundhedsstyrelsen viðmælir at koppseta konufólk í aldrinum 12 til 28 ár, verður hetta eisini gjørt í Føroyum.
Lítil vandi á ferð
Frá 1. januar til 9. september í ár hava donsku heilsumyndugleikarnir fingið nógv fleiri fráboðanir um ógvuslig hjáárin í sambandi við HVP-koppingarevnið samanborið við tey seinastu fýra árini.
- Fjølmiðlarnir hava gjørt nógv burturúr søgum um vandamikil hjáárin og hesa koppsetingina, og tískil eru fleiri ungar kvinnur blivnar tilvitaðar um at hjáárin kunnu standast av HPV-koppsetingini, sigur Katrin Kallsberg um økta talið av fráboðanum.
- Tað sum er umráðandi, tað er, at fleiri av fráboðanunum hava í roynd og veru einki samband við koppingarevnið, tí teir hava einki við koppsetanina at gera men okkurt heilt annað. Men tað er soleiðis, at tað er altíð ein yvirrapportering. Tað merkir, at tá ein genta, ið er koppsett, fer til lækna og kennir seg á ein ella annan hátt sjúka ella er illa fyri, so skal læknin vera tilvitaður um, at tað kann hanga saman við HPV-koppsetingini. Og tí velur hann at geva eina fráboðan, hóast sjúkueyðkennini, gentan hevur, ikki hava nakað at gera við koppsetingina ímóti lívmóðurhálskrabba, greiðir Katrin Kallsberg frá.
Hon leggur dent á, at hóast talið av fráboðanum til donsku heilsumyndugleikarnir er økt í ár, er bert talan um tvær fráboðanir um heilt álvarslig hjáárin. Tað vóru tvær 12 og 14 ára gamlar gentur, ið fingu eina stóra endurgjaldsupphædd, tí skaðarnir, tær høvdu, vórðu góðkendir sum orsakað av koppsetingini.
- Tað talið svarar til, at koppsettu vit allar genturnar í Føroyum, sum kunnu koppsetast, so høvdu vit ein tilburð við álvarsligum hjárini 40. hvørt ár. Og tað sigur eitt sindur um líkindini at fáa ógvuslig hjáárin.
Stórt eftirlit
HPV-koppingarevnið hevur verið nógv brúkt í Amerika, áðrenn tað bleiv tikið í nýtslu í Danmark og Føroyum. Harafturat eru donsku heilsumyndugleikarnir við í altjóða samstarvi innan gransking av HPV-koppingarevninum.
- Vit hava stóra vitan um koppingarevnið, og hóast talan er um eina rættiliga nýggja koppseting, so er hon sett saman við einum evni, har mann veit nógv um møgulig hjáárin, sigur Katrin Kallsberg.
Serliga er tað evnið adivasi, eitt slag av aluminium, sum er tann aktivi parturin av HPV-koppingarevninum, ið hevur fingið nógvar atfinningar. Og tað heldur Katrin Kallsberg er undrunarvert.
- Aluminium adivasi hevur verið brúkt í nógv ár í barnakoppsetingum, og mann kennir tey møguligu hjáárinini, ið kunnu standast av evninum. Onkur vil vera við, at tað kann ikki vera annað enn vandamikið at spræna aluminium í kroppin, sum mann jú ger í sambandi við HVP koppseting, men tað evnið hava vit brúkt í barnakoppsetingum í nógv ár. Eg haldi tað er løgið, at mann gevur tað til børn, ið eru millum tríggjar og fimm mánaðir gomul, og at tað so skal vera ein trupulleiki, tá tey eru eldri enn 12 ár, sigur Katrin Kallsberg og leggur afturat:
- Tú kanst siga, at ja, hetta er ein nýggj koppseting, men hon er sett saman við kendum evnum. Tær flestu ungu kvinnurnar, ið taka av tilboðnum at lata seg koppseta, hava fingið hetta aluminiumevnið í kroppin við barnakoppsetingunum, og sostatt hava tær fingið evnið í kroppin áðrenn HPV-koppsetingina.
Eiga at taka av tilboðnum
Katrin Kallsberg helsur ikki, at føroyskar kvinnur eiga at lata seg ræða av óhugnaligu søgunum um ógvuslig hjáárin, ið kunnu standast av HPV-koppingarevninum.
- Eg haldi, at mann skal hyggja eftir, hvat er vandamiklast; at lata seg koppseta ella lata vera við at minka um vanda at fáa krabbamein í undirlívið. Helvtin av teimum, ið fáa staðfest lívmóðurhálskrabba eru kvinnur undir 40 ár, og tí haldi eg avgjørt, at mann eigur at umhugsa, um mann ikki vil taka kjansin at lata seg koppseta. Líkindini at fáa álvarsom hjáárin av hesi koppsetingini eru ótrúliga lítil, staðfestir Katrin Kallsberg og vísir samstundis á, at ein altíð eigur sjálvur at halda seg kunnaðan, hvat koppsetan viðvíkur:
- Tað er at fylgja við í kjakinum og tilráðingunum í sambandi við HPV-koppsetanina, men tað er nú einaferð soleiðis, at tann eina dagin eru øll ímóti, og næsta dag eru øll brádliga fyri. Men vert er at minnast til, var ein veruligur samanhangur millum koppsetingina og allar fráboðanirnar um hjáárin, so var HPV-koppingarevnið langt síðani tikið av apotekshillunum, sigur Katrin Kallsberg.