Seyður sleppur nú undan skatti. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Jørgen Niclasen, hevur lagt uppskot fram á ting, sum frítekur fólk fyri at rinda skatt av seyði, sum tey fáa sum løn fyri eitt nú at ganga á fjalli.
Málið snýr seg ítøkjuliga um skatting av seyði, sum verður latin sum samsýning fyri fjallgongu og røkt.
– Talan er um eina aldagamla føroyska siðvenju, har seyður verður givin sum samsýning fyri at ganga á fjall og fyri at røkta seyð, sigur Jørgen Niclasen í viðmerkingum til uppskotið.
Eftir grein 25 í skattalógini eigur virði av tílíkum seyði at roknast við í skattskyldugu inntøkuni hjá tí persóni, ið fær seyðin. Siðvenja hevur tó verið ikki at skatta virðið av slíkum seyði.
– Tá fjallomb og røktingarlomb í praksis ikki hava verið skattað, fer henda broytingin ikki at fáa fíggjarligar avleiðingar fyri almennu kassarnar, men bert lógfesta tann praksis, ið hevur verið galdandi, og taka burtur tann iva, ið til tíðir hevur tikið seg upp millum manna.
Um ístaðin varð valt at skatta fjalllomb og røktingarlomb, hevði hetta í fyrsta umfari givið almennu kassunum eina meirinntøku, men tá talan hevði verið um nógvar smáar upphæddir, hevði ein týðandi partur av eykainntøkuni farið til umsiting og eftirlit, og samstundis hevði henda serliga mentanin, ið er í sambandi við seyðahald í Føroyum, verið órógvað, stendur í viðmerkingum til uppskotið.