Nýggi danski hjálparpakkin er serliga ætlaður at økja um eginognina ella kapitalgrundarlagið hjá bankunum, og harvið gera tað møguligt hjá bankum, ið hava for lítið kapitalgrundarlag at halda fram, og øðrum bankum at lána út.
- Vandin hevur verið hetta seinasta árið, at bankarnir orsakað av manglandi eginkapitali hava verið noyddir at hildi aftur við útlánum. Og her miðar hesin pakkin ímóti at økja um eginkapitalin og harvið um møguleikarnar at lána pening út, sigur Janus Petersen, forstjóri í Føroya Banka.
Tað hoyrist javnan, at gjaldføri hjá føroysku bankunum er gott í mun til tað hjá eitt nú donskum og øðrum útlendskum bankum, og har er Janus Petersen samdur.
- Nú kann eg ikki úttala meg vegna allar føroyskar pengastovnar. Men fyri okkara viðkomandi hava vit eitt gott gjaldføri, og tað er eisini tað, man hoyrir frá øðrum, at gjaldføri er í lagi. Og tað er kanska serliga aftan á tann fyrra hjálparpakkan, at gjaldførið er batnað munandi, og tað hjálpti væl upp á hugin at seta pengar í bankar, tí hann gav statsveðhald fyri innlán og lánum hjá bankunum, sigur Janus Petersen.
Ongan hast
Við hesum nýggja pakkanum í mun til tann fyrra, so hava bankarnir ongan skund við at taka støðu, tí hesin pakkin hevur rættiliga langar freistir.
- Fyrsta freistin er so vítt eg minnist 30 juni, og so eru aðrar freistir, sum eru longri úti í tíðini, onkur í 2010. Tað vil siga, at vit kunnu gera brúk av hesum pakkanum og taka støðu seinni, sigur Janus Petersen.
Hann sigur, at fyri teirra viðkomandi eru partar av pakkanum, sum bankin ikki hevur brúk fyri.
- Tað er serliga talan um tilskot av eginkapitali. Vit í Føroya Banka hava ein ógvuliga stóran eginkapital í mun til okkar skyldur – hálvatriðju ferð lógarkravið, sum er. So tað er ikki eginkapitali, vit hava brúk fyri, og tað er tí ivasamt, um vit fara at taka lut í júst tí partinum av pakkanum, sigur Janus Petersen.
Viðvíkjandi hinum partinum av pakkanum, sum snýr seg um statstrygd ber til at taka lut í, men tað hevur sum nevnt ongan hast at taka støðu til tað nú.
- Har koma vit at síggja tíðina eitt lítið sindur ann, sigu Janus Petersen.
Byrjaði við subprime
Altjóða fíggjarkreppan byrjaði í USA sum tann sonevnda subprime-kreppan. Kredittfeløg lántu pening til húsakeyp, ikki altíð til fólk, sum høvdu ráð at gjalda lánini aftur.
- Tað sum so hendi var, at hesi kredittfeløg seldu lánini víðari í lánsbrøvum, sonevnd subprime lánsbrøv, til íleggjarar og bankar aðrastaðni í heiminum. Og tá so kundarnir í USA – húsarhaldini – ikki megnaðu at gjalda lánini, so fingu heldur ikki íleggjararnir sínar pengar aftur fyri lánsbrøvini, so hesir taptu nógvar pengar, nógvar milliardir, sigur Janus Petersen.
Talan var um íleggjarar víða um í heiminum, Japan, Europa og aðrastaðni eisini. Hetta førdi til, at álitið á lánsbrøvunum og bankunum reyk. Eisini álitið millum bankar reyk, og tað førdi so aftur við sær, at bankar hildu uppat at lána símámillum.
- Hetta manglandi álitið hevur so gjørt tað, at fígging ikki hevur verið tøk hjá húsarhaldum og virkjum, og tað hevur havt stóra ávirkan á gongdina í búskapinum. Og tað hevur ført til eina ógvuliga negativa gongd, har tað bara gongur tann skeiva vegin, tí tað hevur ført við sær, at húsaprísirnir eru minkaðir, og harvið er álitið eisini enn meira minkað, sigur Janus Petersen.
So talan er um, at kreppan í USA setti gongd í ein negativan spiral, sum er ógvuliga torførur at steðga aftur og sum hevur kravt, at statir og lond hava verið noydd at gera bjargingarpakkar fyri at steðga hesi gongdini.
Vara okkum fyri tosi
Sagt verður, at føroyski búskapurin er ógvuliga viðbrekin, og soleiðis er tað eisini.
- Vit vita sum føroyingar, at tað gongur bæði upp og niður í Føroyum, og tað kann ganga ógvuliga skjótt, sigur Janus Petersen.
Hann heldur, at tað í løtuni ikki eru so nógv føroysk viðurskifti, sum eru avbjóðingin hjá Føroyum, men meiri tann altjóða búskapurin, sum er á veg skeiva vegin. Har er eingin vøkstur, kanska tvørtur ímóti eitt fall í búskapinum.
- Og tað kann ávirka okkum, tí at tað kann ganga út yvir eftirspurningin eftir okkara vørum og út yvir fiskaprísir og annað, so talan er um óhepnar umstøður. Hinvegin haldi eg sjálvur, at umstøðurnar her heima eru ikki verri, enn tær hava verið aðrar tíðir, sigur forstjórin í Føroya Banka.
Hann sigur, at hóast tos um trupulleikar í fiskivinnuni, so eru teir ikki størri, enn vit ofta áður hava sæð.
- Eg vil heldur siga, at trupulleikarnir í fiskivinnuni vóru størri í fjør, enn teir eru í ár. Í fjør vóru methøgir oljuprísir, meðan teir í ár eru munandi lægri. Í fjør var methøg renta, í ár er hon munandi minkað. So tað eru nógvar umstøður hjá fiskiflotanum og fyritøkum sum heild, ið eru munandi betri í ár enn í fjør, sigur Janus Petersen.
Eitt annað, sum telur á pluss-síðuni er, at vit hava ógvuliga lítla skuld í mun til onnur lond, og tað merkir, at vit ikki eru so tyngd av rentuútreiðslum og øðrum. Og tað er eisini við til at gera, at búskapurin ikki verður so øgiliga hart raktur.
- Vit hava eisini havt ein almennan sektor, sum hevur spart upp í fleiri ár, og sum hevur ráð til at hava undirskot, og tí kann halda virkseminum uppi. So vit hava nakrar møguleikar at halda gongd í hjólunum her heima. Men sum altíð so er tað eisini nøkur ting, sum vit kunnu ávirka. Halda vit uppat at búka pengar ella at gera íløgur, so vil tað draga føroyska búskapin niður eftir. So vit skulu ansa eitt lítið sindur eftir at tosa alt ov nógv um kreppuna, tí so kunnu vit verða við til at skapa hana sjálvir, sigur Janus Petersen.
Dýrari at lána
Danski Tjóðbankin hevur fleiri ferðir seinastu tíðina lækka rentustøðið, og føroysku peningastovnarnir hava fylgt við. Men teir hava samstundis eisini nýtt høvið at hækka rentumarginalin.
- Umstøðurnar hjá bankunum eru broyttar nógv gjøgnum tíðirnar, men ikki minst hetta seinasta árið, og tað er ikki rættvísandi bara at tosa um rentumarginal, tá man skilir millum innlán og útlán. Tað er ikki nakað, sum lýsir støðuna hjá einum banka sum fyritøku, sigur Janus Petersen.
Hann vísir á, at Føroya Banki lænir ein rættiliga stóran part av sínum lánitørvi frá øðrum bankum, sum so verða læntir út aftur til teirra kundar, og kostnaðurin av teimum lánunum er øktur munandi tey seinnu árini.
- Hartil eru komnir ymsir hjálparpakkar, sum vit eisini mugu gjalda fyri. Bankapakkarnir kosta rættiliga nógv í statstrygd, umframt útreiðslur, sum vit hava av okkara lántøku. Verða allar tær útreiðslurnar tiknar við, er rentumarginalurin í veruleikanum minkaður, og ikki so lítið heldur, sigur forstjórin í Føroya Banka.
Hann sigur, at tað er ikki so, at teir hava økt um rentumarginalin, tó at teir hava økt eitt sindur um munin millum inn- og útlánsrentuna, men saman um tikið er munurin millum innlánsrentuna og útlánsrentuna í veruleikanum minkaður.
Væl fyri
Tað er eingin loyna, at Moody’s hevur givið bæði Føroya Banka og føroyska landskassanum rættiliga góða rating, og tað dregur upp.
- Vit eru rímiliga væl fyri, kann mann siga. Í mun til so ótrúliga nógvar aðrar bankar hava vit ikki átikið okkum so stórar skyldur, at tað er vorðin ein trupulleiki í krepputíðini. Og tað má sigast, at tað eru nógvir – eisini stórir – bankar runt um í Europa, sum eru komnir illa fyri at skiftinum í búskapinum, so vit halda okkum vera rættiliga væl fyri, og halda ikki, okkum nýtist at ræðast framtíðina so nógv, sigur Janus Petersen.
Hetta ger, at bankin hevur umstøður at virka fyri sínum kundum.
- Eg haldi eisini, at tað er ógvuliga positivt, at landið hevur eitt rímiliga gott útgangsstøði. Landið hevur lítla skuld, og eftir at hava ført ein ábyrgdarfullan politikk, serliga eftir kreppuárini í 90-unum, er skuldin hjá okkum minkað so nógv, at vit ikki verða so hart rakt av hesum aldubrotunum, sum nú koma, sigur Janus Petersen.
So tað sær gott út, og Moody’s sær eisini, at vit eru langtíðar haldbærir, eisini tann føroyski búskapurin.
- Tað sær ikki so galið út. Eg haldi ikki, at vit skulu vera so ógvuliga fokuserað upp á tosið um kreppu. Avbjóðingar eru heilt vist fyri framman, men vit kunnu eisini gera nakað fyri, at tær ikki blíva so stórar, sum tær kunnu, um vit ikki hugsa okkum væl um, sigur Janus Petersen, forstjóri í Føroya Banka.