Maðurin, sum kom fyri ein bil í Kollafjarðartunlinum í gjár, var væl fyri. Tað siga tey, sum møttu honum.
Maðurin fór ein súkklutúr úr Havn norður eftir Oyggj. Á vegnum stakk hann inn á gólvið í Mjørkadali og prátaði við onkran, sum hann kendi har. Síðani helt hann leiðina fram norður í Sundalagi, har hann hitti fólk og fekk ein drekkamunn. Bæði í Mjørkadali og í Sundalagnum vísti hann seg at vera væl fyri.
Á veg suðuraftur hevur hann so valt at fara ígjøgnum Kollafjarðartunnilin heldur enn eftir Oyggjarvegnum, kanska tí at tann fyrra loysnin er væl tyngri ella bara fyri at fara eina aðra leið suðuraftur. Men á veg ígjøgnum tunnilin kom hann av einari ella aðrari orsøk fyri ein bil, sum eisini kom suðureftir.
Løgreglan í Havn sigur, at bæði bilurin og súkklan eru tikin inn til nærri kanningar, sum Akstovan skal gera. Bilførarin hevur greitt frá, at hann varnaðist ikki súkkluna, fyrr enn tað var ov seint.