Skulu kanna um kjarnorka er ein loysn í Føroyum

Kjarnorka er púra trygg, sigur løgtingsmaður - men landsstýrismaðurin ivast

Løgtingið hevur umrøtt orkuviðurskiftini, og í hesum sambandi var spurningurin um kjarnorku eisini havdur á lofti

Vit eiga avgjørt at kanna møguleikan fyri at fáa eitt kjarnorkuverk í Føroyum.  Tað heldur Johan Dahl, tingmaður fyri Sambandsflokkin.

 

Løgtingið hevur kjakast um vit skulu fara undir eina oljuvinnu í Føroyum, ella um vit skulu heldur leggja alla orku í menna ta grønu orkuna.

 

Men í hesum sambandi tveitti Johan Dahl ein annan bólt upp í loft, tí hann heldur, at vit eiga avgjørt eisini at kanna møguleikan fyri at fáa eitt lítið kjarnorkuverk í Føroyum.

 

Hann sigur, at eitt kjarnorkuverk á stødd við eini sethús kundi nøkta allan okkara orkutørv á landi. Og hann leggur afturat at tað er 100 prosent grøn orka, tí tað er einki Co2 útlát yvirhøvur.

 

Hann sigur eisini, at orkuverk nú á døgum eru ikki tað sama, sum orkuverk vóru fyrr. Í dag eru orkuverkini púra trygg, tí nýggj tøkni ger, at eingin vandi er yvirhøvur fyri niðurbræðing, og geislavirknum evnum.

 

– Vit skulu sleppa okkum av við hesa karnorkuræðsluna, sum mong hava, sigur Johan Dahl.

 

Hann vísir eisini á, at londini rundan um okkum leggja dent á kjarnorku, bæði í Onglandi, í Finnland og í Frakland, sum er grønasta land í Evropa, tí tey hava nokk av kjarnorku.

 

Og annars eru vit bara 350 - 400 kilometrar frá einum kjarnorkuverki, nevniliga verkinum í Dounrey í Skotlandi.

 

Men landsstýrismaðurin í vinnumálum Høgni Hoydal, leggur dent á, at tað verður av ongum.  Hann sigur, at í Føroyum flóta vit yvir av varandi orkukeldum og tað eru tær, vit skulu leggja alla orku í at menna.

 

Og kjarnorka er nettupp ikki ein varandi orkukelda, sigur Høgni Hoydal.

 

Høgni Hoydal reisir eisini spurningin um trygdina og hann sigur, at landsstýrið fer ikki at byggja eina orkukeldu upp í Føroyum, sum kann beina fyri allari tjóðini í einum høggi, skuldi eitt óhapp hent.

 

Løgtingið hevur umrøtt orkuviðurskiftini, og í hesum sambandi var spurningurin um kjarnorku eisini havdur á lofti