Tjóðveldi eigur at umhugsa at leggja uppskot um misálit á Løgmann fyri Løgtingið.
Tað helt Hergeir Nielsen, fyrrverandi løgtingsmaður og løgtingsformaður á flokstinginum hjá Tjóveldi í morgun.
Hergeir Nielsen sigur, at tað er ongin stjørnarleiðari í nøkrum framkomnum landi er sloppin væl frá at bróta landsins stýrisskipan so dyggiliga, sum sitandi løgmaður og tað eigur Løgtingið at taka støðu til.
Hergeir Nielsen sipaði til samráðingarnar, løgmaður hevði fiskivinnusamráðingar við Ísland og blokksamráðingar við Danmark, uttan at ráðføra seg við uttanlandsnevndina.
Og hann sipaði til einvísu avgerðina, sum løgmaður tók um at niðurleggja føroysku sendistovuna í London, uttan at ráðføra seg við uttanlandsnevndina.
- Tað er groft brot á stýrisskipanarlógina, staðfesti fyrrverandi løgtingsformaðurin.
- Tað eigur Løgtingið at seta hann til svars fyri. Tað kann vera, at samgongan bjargar honum, men so mugu samgonguflokkarnir samstundis leggja navn til, at teir góðtaka, at teirra løgmaður fremur grundleggjandi brot á okkara stýrisskipan.