Skulu loysa nógv mál upp á stutta tíð

Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálastýrið skulu samráðast um fleiri viðurskifti, sum skulu fáast í rættlag, áðrenn farið verður í summarfrí

 

Skúlaskapur


Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálastýrið koma at síggja nógv til hvørt annað teir komandu dagarnar.

Tey bæði hava nevniliga fleiri mál at samráðast um, áðrenn farið verður í summarfrí.

Talan er um ymisk viðurskifti, sum koma í gildið komandi skúlaár og sum sostatt skulu vera avgreidd fyri 1. august.

Elsa Birgitta Petersen, forkvinna í Lærarafelagnum sigur, at samráðast skal um, hvussu limirnir hjá Lærarafelagnum í teimum nývaldu skúlastýrunum skulu lønast. Samstundis skal samráðast um, hvussu limirnir hjá Lærarafelagnum, í námsfrøðiliga ráðnum, skulu lønast.

Harafturat skulu partarnir eisini samráðast um, hvussu teir nýggju KT vørðarnir í skúlunum skulu lønast.

Forkvinnan í Føroya Lærarafelag væntar ikki, at trupulleikar fara at standast av samráðingunum um skúlastýrini og námsfrøðiliga ráðið, sum avloysir Lærararáðið

Hinvegin heldur hon, at samáðingarnar um KT-vørðarnar kunnu gerast tyngri.

?Tann nýggja KT-varðaskipanin, sum kemur í gildi 1. august, er ein rættiliga dýr skipan. KT vørðarnir skulu lønast eftir, hvussu stórir skúlarnir eru, tvs, hvussu nógvir lærarar og næmingar eru í skúlanum og, hvussu teldur eru í skúlanum.

? Hetta er ein skipan, sum krevur rættiliga nógv arbeiði og tí krevur KT varðaskipanin nógvar tímar og hampiliga stóra játtan.

Ein bólkur við tveimum umboðum úr Mentamálastýrinum og einum umboðum fyri Lærarafelagið hevur gjørt eitt álit um, hvat arbeiðið hjá KT vørðunum skal fevna um, og, hvussu teir skulu lønast. Sostatt eru Mentamálastýrið og Lærarafelagið samd um, hvussu KT vørðarnir skulu skipast.

Hetta álitið er latið Fíggjarmálastýrinum og Elsa Birgitta Petersen vónar, at Fíggjarmálastýrið tekur undir við álitinum frá Mentamálastýrinum og Lærarafelagnum um, hvussu KT vørðarnir skulu lønast.

Elsa Birgitta Petersen er kortini eitt sindur ørg um, at tað gongur so strilti at sleppa á fund við Fíggjarmálastýrið.

? Fíggjarmálastýrið hevur so nógv at gera, eitt nú við samráðingunum um Teistan og onnur mál, at stundir eru ikki til at samráðast við okkum. Og tað kann koma aftur um brekku í seinasta enda, tí hetta skal alt vera avgreitt fyri 1. august.