Skulu njóta upplivingarnar

Christian Lamhague Holst er fegin um møguleikan, sum hann hevur fingið við føroyska landsliðnum. Líkamikið, um avbjóðingin eitur Italia ella Georgia

Fótbóltur

 

- Hetta er sjálvandi ein partur av tí. Men tað er ikki so, at eg bara vil spæla á landsliðnum, tí onkrir stórdystir eru ímillum. Mær dámar væl at vera við á liðnum, og eg eri errin av at umboða Føroyar

Soleiðis segði Christian Lamhauge Holst, tá vit eftir dystin leygarkvøldið spurdu hann, hvørt tað júst vóru slíkar uppgávur, sum eggjaðu honum at spæla fyri føroyska landsliðið.

Mong mettu undan dystinum, at Holst hesa ferð skuldi fáa møguleikan frá byrjan, men hóast tað ikki gjørdist støðan, so hevði spælarin sjálvur einki at finnast at.

- Tað hugsaði eg nú ikki so nógv um. Eg haldi, at Andrew gjørdi eitt fantastiskt arbeiði, og avtalan var, at hann skuldi stríða seg flatan. Og tað gjørdi hann. Eftir tað fekk eg kjansin, og so var tað bara um at gera sítt allarbesta. Og tað haldi eg, at allir gjørdu. At vit so ikki vinna, gerst ikki við. Vit koma nokk ikki til nakað endaspæl kortini, so tað ræður um at njóta upplivingarnar og fáa okkurt gott úrslit á vegnum.

Sjálvur hevði tú møguleikan at skapa tí heilt stóru sensatiónina?

- Tað hevur tú so púrasta rætt í, og sjálvandi kann eg iðra meg um tað. Men tað er nú ikki so, at eg standi eftir við einum vónbroti. Tað kundi sjálvandi verið stuttligt, um vit framvegis gingu runt vøllin og klappaðu, men tað fái eg ikki brúkt til nakað.

So sensatiónin kemur kanska mikudagin ístaðin?

- Tað má hon gera. Vit hava jú verið nær við nakrar ferðir í seinastuni, so hesa ferð munnu stigini koma, sigur ein smílandi Christian Lamhauge Holst.