Skulu pensjónistar tvingast at arbeiða longri?

Og skulu vit hava eina privata ella almenna pensjón?

Og skulu vit hava eina privata ella almenna pensjón?

 

Tað eru spurningar, sum Suðurstreymoyar Javnaðarfelag fer at viðgera á fundi í kvøld.

 

Suðurstreymoyar Javnaðarfelag fer at seta sjóneykuna á pensjónsnýskipan. Spurningurin er, hvørjar avbjóðingar liggja í samlaðu pensjónsskipanini sum hon er, og hvussu skipanin kann broytast, soleiðis at vit ikki bara hava ráð til hana, men hon eisini verður betri fyri okkum øll.



 

– Vit fara bæði at viðgera spurningar sum, hvørt pensjónin skal vera fult og fast privat, ella ein í størri mun skal hava almenna pensjónsuppsparing – og hvørt pensjónistar skulu tvingast ella eggjast til at arbeiða longri í framtíðini, sigur felagið í tíðindaskrivi.





Á fundinum fer Sonja Jógvansdóttir at greiða frá, hvussu støðan hjá t. d. tíma- og lægri løntum einstaklingum kann betrast, hvussu kravið um at 15% av lønini skal brúkast til pensjón ávirkar ymsar samfelagsbólkar, og hvørjir pensjóns trupulleikar sum heild høvdu verið góðir at loyst. Harumframt hevur formaður Javnaðarfloksins, Aksel V. Johannesen, framløgu um hvat Javnaðarflokkurin ætlar at gera á økinum.


 

Fundurin hjá hjá Suðurstreymoyar Javnaðarfelag veðrur í hølunum hjá Starvsmannafelagnum í kvøld klokkan 20.