Í fríggjadagsblaðnum avdúkar Sosialurin, at landsstýrisfólk og løgmenn síðani 1998 hava havt eina sera lukrativa eftirlønarskipan, sum verður løgd omaná lønina. Eisini varð avdúkað, at framúr góða eftirlønin er ein útreiðsla, sum ikki er bókað nakrastaðni - og tí ikki er sjónlig. Full løgmans eftirløn gevur 35.112 kr um mánaðin, landsstýrismannaeftirlønin nakað minni. Løgmenn og landsstýrisfólk vinna sær fulla eftirløn eftir bert 8 árum, tingfólk eftir bert 16 árum, men vanlig arbeiðsfólk nýta 37 ár fyri at vinna sær fulla pensjón - sum tá ofta er nógv lægri enn tann, landsins kosnu fáa.
Eisini kjakast fólk nú um lønarhækkanina, sum landsins hægstu ætlandi fara at fáa við nýggja tilmælinum.
Bæði eftirlønarskipanin og lønarhækkanin eru lógligar, men eru tær moralskt í lagið?
Uttanlands eru somuleiðis óteljandi dømi um, at politikarar fáa sær ágóðar, sum ikki beinleiðis eru í stríð við lógina, men sum tó skapa ónøgd og misálit, tá peninganýtslan verður avdúkað. Feskasta dømi uttan úr heimi er helst úr Danmark, har Lars Løkke Rasmussen av álvara er komin í andglettin fyri at hava oyðlsað skattapening til dýrar ferðir.
Kjak hevur í hesum sambandi tikið seg upp um moralin hjá politikarum.
Vit spyrja:
Eiga tey, sum bjóða seg fram, at hava hægri moral enn vanligi føroyingurin - ella skulu tey vigast á somu moralsku vekt, sum øll vit onnur?
Eiga vit at meta um politikararnir út frá førda politikkinum og hvussu væl teir megna at uppfylla vallyftini - ella eiga vit eisini at taka moralin við í samlaðu metingina?