Skulu semjast um pengarnar

Enn er ikki gjørt av, hvussu Tórshavnar Kommuna fer at fíggja ætlanina at hita nýggja Ellis og Røktarheimið yviri við Strond, við sjóvarhita.

ðÁ býráðsfundi 14. desember samtykti Tórshavnar Býráð, at Boðanesheimið, sum tað eitur, skuldi hitast við sjóvarhita og at pengarnir skuldu takast av játtanini til onnur endamál.

Upprunaliga varð mett, at sjóvarhitin fór at kosta 1,7 millión, men síðani hava nýggjar metingar víst, at kostnaðurin verður 4,8 milliónir og tískil skal býráðið finna 3,1 milliónir afturat til ætlanina og tað eru teimum, tey hava leitað eftir síðani.

Býráðsfundur skuldi so vera aftur fyri jól at samtykkja ætlanina endaliga.

Tað er ikki hent enn, men Halla Samuelsen, forkvinna í Sosialu nevnd, staðfestir, at tað er ikki tí at ósemja er um ætlanina.

- Býráðið hevur alsamt samtykt, at Boðanesheimið skal hitast við sjóvarhita og at vit skulu neyðuga peningin og tað verður gjørt.

- Ymisk uppskot eru frammi um, hvaðani peningurin skal takast, men semja skal verða um tað og tað er hesum, vit bíða eftir.

Metingar vísa, at tað tekur býráðnum næstan 30 ár at vinna íløguna í sjóvarhita inn aftur.

Ein orsøk er, at sjóvarhitin orkar bara at hita vatnið nøkur og 40 stig, so tá ið brúk er fyri ordiliga heitum vatni til reingerð, matgerð og, hvat tað kann vera, má tað kortini hitast við streymi og tað er dýrt.

Men Halla Samuelsen sigur, at í hennara hugaheimi er tað ikki peningurin, sum telur mest.

- Í mínum høvdið telur atlitið at umhvørvinum minst líka nógv og eg haldi, at býráðið eigur at ganga undan at verja umhvørvið, sigur hon.

Tað er borgarstjórin, sum samskipar arbeiðið, men tað hevur ikki eydnast at fáa eina viðmerking frá honum.