Tað skal vera meira enn ein íbúð. Meira enn bara eitt stað, har fólk búgva. Tað er málsetningurin hjá Bústaðir, sum nú hevur fingið fleiri av landsins arkitektum at geva sítt boð uppá, hvussu ein nýggjur býlingur við leiguíbúðum kann byggjast á økinum Oman Mattalág í Havn.
Tríggir arkitektar fingu hvør sín bita av heiðurinum, tá Bústaðir almannakunngjørdi úrslitið av hugskotskappingini um økið Oman Mattalág.
MAP-arkitektar koma at standa fyri høvuðsarbeiðinum. Teirra høvuðsætlan varð mett at vera tann besta. Men arkitekturin Ásbjørn Jacobsen eigur besta hugskotið til samansettar íbúðarbýlingar, og tí verður tað hansara hugskot, sum skal setast inn í heildarætlanina hjá MAP. Byggjast skulu tvey íbúðarhús við átta smærri íbúðum í hvørjum.
Fyri at skapa trivnað í býlinginum vil Bústaðir hava eitt felagshús. Og her er tað arkitekturin Ragnar Zachariassen frá fyritøkuni Zeta, ið eigur besta hugskotið. Tí verður tað hansara hugskot, ið verður sett inn í heildarætlanina.
Laga til
Hóast bestu hugskotini eru funnin, so merkir tað ikki, at spakin kann setast í. Tí fleiri tillagingar skulu gerast, áðrenn heildin er soleiðis, sum Bústaðir ynskir hana at vera. Tí ber í dag heldur ikki til at siga neyvt, hvussu nógvar íbúðir talan verður um at byggja, tá avtornar.
- Nei, tað er ov tíðliga at siga enn. Men talan er um 30 til 35 íbúðir, sum vera úr umleið 18 fermetrum upp í umleið 90 fermetrar til støddar, sigur Bogi Jacobsen, tekniskur leiðari hjá Bústøðum. Talan er um tvær langar lonir við størri íbúðum, umframt tvær smærri eindir við smærri íbúðum.
Næsta stigið er sum nevnt at samankóka trý tey bestu hugskotini í eina samanhangandi eind.
Prísurin
Bústaðir setti sær sum mál, at fermetraprísurin at byggja skuldi ikki upp um 15.000 krónur. Tað er tó ógreitt, um prísurin heldur sær niðanfyri hetta loftið.
Afturat fermetraprísinum koma útreiðslur til byggibúning í breiðari merking, útreiðslur til felagshús, felagsøki og so framvegis. Men hóast bestu hugskotini eru vald út og nú liggja á borðinum, so torir Bústaðir enn ikki at seta prís á.
- Nei, tú fært meg ikki ta seta tøl á enn, sigur Bogi Jacobsen.
Tí er framvegis ógreitt, hvat tað fer at kosta at leiga eina íbúð Oman Mattalág, tað veri seg eina størri íbúð fyri familjuna ella kollegiuíbúð fyri tann lesandi.
- Men tað er greitt, at býlingurin má hvíla í sær sjálvum fíggjarliga. Og tí skal húsaleigan avspegla byggikostnaðin, sigur Bogi Jacobsen.
Bústaðir arbeiðir vanliga út frá tummilfingurregluni, ið sigur, at tað kostar 500 krónur í húsaleigu fyri hvørjar 100.000 krónur, ið tað kostar at byggja. So kostar tað eina millión at byggja eina íbúð, er leigan 5000 krónur um mánaðin.
Bústaðir fíggjar sjálvt íbúðarætlanina Oman Mattalág.
18 mánaðir
Bogi Jacobsen roknar við, at tað kann taka millum seks vikur og tríggjar mánaðir at fáa broytt byggisamtyktina fyri økið og fáa onnur formell viðurskifti uppá pláss. Hetta tíðarskeið ætla tey hjá Bústøðum at brúka til at gera økið byggibúgvið.
- Vit vóna at sleppa í gongd skjótt, og eftir ætlan skal býlingurin standa liðugur um 18 mánaðir, sigur Bogi Jacobsen.
Fyri Bústaðir er talan er um eina stóra verkætlan, ið skal brúta upp úr nýggjum og slóða fyri framtíðar, alternativari bygging í Føroyum.
- Vit ynskja at byggja ein býling, har vit skapa nøkur virði og trivnað í økinum. Yvirskipaða málið er at skipa fyri, at allir føroyingar fáa ein virðiligan og hóskandi bústað, og henda verkætlanin er eitt stig í somáta, sigur Bogi Jacobsen, tekniskur leiðari hjá Bústøðum.