Skulu út á Strendur at velja

Løgtingsvalið 19. januar var helst seinastu ferð, at fólk á Selatrað fóru á val í heimbygdini. Valstað teirra verður nú niðurlagt, hevur kommunan avgjørt.

Selatrað: Tá teir umleið 70 veljararnir á Selatrað skulu velja nýtt bygdaráð í heyst, verður tað ikki gjørt í heimbygdini.

Ein avgerð á bygdaráðsfundi í Sjóvar kommunu í farnu viku hevur nevniliga avgjørt, at niðurleggja Selatrað sum valstað.

Um val hevði verið aftur í dag, skuldu sostatt teir 73 veljararnir við heimstaði á Selatrað farið út á Strendur at velja ístaðin. Hetta hevði so aftur ført við sær, at bæði úrslitini vórðu kunngjørd sum eitt einstakt.

- Talan er um so fáar atkvøður á Selatrað, og vit hava skilt á teimum, at tey hava einki ímóti hesi broytingini, sigur Malena Thomsen, borgarstjóri á Strondum.

Bygdaráðið fer nú at senda umsókn um hetta til Innlendismálaráðið, og gongst sum ætlað kann henda avgerðin fáa hildið longu til kommunuvalið í heyst.

Við valið í farna mánaði greiddu 77 % av veljarunum atkvøðu, og á valinum á í 2004 var talið munandi størri, nevniliga 88 %.


Samskifti við Strendur

Júst hetta við teimum smáu valstøðunum er eitt, sum Útoyggjafelagið hevur arbeitt við.

Dømi um smá valstøð eru Syðradalur á Kalsoynni, Bøur, Dalur, Saksun og Gásadalur. Við løgtingsvalið í farna mánaði var talið av valstøðum minkað niður í 62, ímóti 65 við løgtingsvalið fyri fýra árum síðani.

Tá fólkatingsval var hildið í heyst mettu fólk í Saksun, at hetta fór at verða seinastu ferð at tey sluppu á valstaðið í bygdini. Og so var.

Við løgtingsvalið 19. januar vóru bæði Saksun og Syðradalur strikað sum valstøð. Og við næsta løgtingsval verða tey helst enn færri, nú Selatrað verður niðurlagt í øllum førum.

- Tað vísir seg, at nógv fólk á Selatrað kortini skulu út á Strendur í tí dagliga, millum annað til handils og onnur ørindi, vísir borgarstjórin á.


Praktiskar orsøkir

Tað eru longu liðin mong ár síðani hinar bygdirnar í kommununi – Kolbanargjógv og Morskranes – vórðu niðurlagdar sum valstøð.

- Nú er túrurin so komin til Selatrað. Hetta verður gjørt av praktiskum orsøkum, vísir Malena á.

Við valið í farna mánaði vóru 73 fólk við valrætti á Selatrað. Av hesum greiddu teir 56 teirra atkvøðu. Á valinum í 2004 vóru 76 av 86 veljarum á vali.

Tey flestu kunnu helst lættliga flyta seg út á Strendur fyri at fara á val. Um ikki, hevur kommunan eina loysn: Tey kunnu seta seg í samband við kommununa, sum so fær fólk á staðið við einum atkvøðuseðli og einum brævbjálva.

Sum skilst eru bæði veljarar og tey í valstýrinum á Selatrað sinnað fyri hesi avgerðini.

Avgerðin í bygdaráðnum var einmælt.



Velja ímóti síni sannføring



Orðaskiftið um tey smáu valstøðini hevur verið frammi við ávísum millumbilum. Spurningurin hevur verið, um hesi valini hava verið loynilig.


Í Útoyggjafelagnum hava tey eisini verið greið um henda veruleikan, og hava tí beinleiðis tikið málið upp við myndugleikarnar – í hesum føri Innlendismálaráðið.

Formaðurin í felagnum, Óla Jákup úr Dímun sendi eitt bræv til landsstýrismannin í útjaðaramálum um hetta álvarsmálið fyri tey smærru valstøðini.

Her heitti hann vegna felagið á, at valúrslitini frá teimum smæstu valstøðunum ikki vórðu kunngjørd hvørt sær, men at skipa soleiðis fyri, at hesi vórðu løgd saman.

- Hetta kundi verið gjørt annaðhvørt við at leggja tey saman við úrslitinum frá fleiri smáum valstøðum, ella einum stórum valstaði í økinum, áðrenn tað varð almannakunngjørt, vísti Óla Jákup á.


Loyniligt val

Formaðurin í Útoyggjafelagnum vísti í, at øll val eiga at verða persónlig og loynilig, men at fleiri valstøð eru so smá og hava so fáar veljarar, at hetta ikki letur seg gera.

- Tá úrslitini frá teimum smæstu valstøðunum verða almannakunngjørd, er lítil og eingin trupulleiki at finna út av, hvat hvør einstakur veljari hevur valt. Hetta er sera óheppið, tí veljarin á henda hátt ikki kann sigast av hava møguleika fyri loyniligum vali, vísti hann á.

Hetta kann føra við sær, at veljarin ikki kennir seg frítt stillaðan, tá hann skal velja, og kanska kennir seg noyddan at velja ímóti síni sannføring.

Og Óla Jákup leggur síðani álvarsamt aftrat: - Veljarar á teimum smáu valstøðunum vita at siga frá, at teir eru lagdir undir trýst og ákoyringar frá valevnum, tá valúrslitini eru almannakunngjørd!

Útoyggjafelagið hevur fingið fleiri áheitanir av útoyggjunum og teimum smáu plássunum um at virka til at fáa hetta broytt beinanvegin.

Ætlanin var at fáa hetta gjørt longu til hetta løgtingsvalið, men so varð kortini ikki, sum víst verður á aðrastaðni á síðuni




Eitt minstamark má setast

Í einum svari frá deildarstjóranum í Innlendismálaráðnum, Hilmari Høgenni verður víst á, at løgtingsvallógin ikki gevur møguleika fyri hesum.

Hilmar vísir á, at spurningurin, hvørt eitt val kann metast at vera loyniligt tá valstaðið er lítið, var viðgjørdur í tí broytingaruppskotinum til løgtingsvallógina, sum altso fall burtur tá løgtingsvalið varð útskrivað.

Í hesum varð annars skotið upp, at onki valstað kundi hava færri enn 10 veljarar. Hetta er ikki nakað høgt tal, og tað er ivasamt um tað tryggjar at valið er loyniligt.

- Tveir møguleikar kunnu hugsast sum loysn: Tann fyrsti er, at áseta eitt minstamark fyri, hvussu fáar veljarar eitt valstað kann hava.

- Hin er, at atkvøðurnar skulu savnast í størri eindir áðrenn tær verða taldar, vísti Hilmar Høgenni á.




14 lítil valstøð


Við løgtingsvalið 19. januar var val hildið á 62 valstøðum. 14 teirra eru rættiliga lítil við undir 50 veljarum, soleiðis sum hetta yvirlitið vísir: Árnafjørður (35), Bøur (44), Dalur (38), Elduvík (23), Gásadalur (18), Gjógv (38), Hattarvík (16), Hellurnar (23), Hestur (36), Húsar (42), Kirkja (22), Mikladalur (44), Mykines (myndin) (16) og Svínoy (42).