Hereftir skulu læknaváttanir vísa, hvat fólk kunnu gera og ikki, hvat tey ikki kunnu gera.
Tað hevur Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum, staðfest fyri Løgtinginum.
Hon sigur, at næsta átakið hjá samgonguni á almannaøkinum verður at broyta skipanina við læknaváttanum til fólk, sum verða sjúk, ella har førleikin verður skerdur av vanlukku ella óhappið.
Sum skipanin er nú er ein læknaváttan ein váttan um, hvat fólk ikki kunnu gera.
Hetta skal nú koppast á høvdið, at at talan verður um eina møguleikaváttan, har tað verður mtt um, hvat ein sjúklingur, ella ein við skerdum førleika, megnar at gera.
Annika Olsen heldur, at tað fer at gera tað lættari hjá fólki við skerdum førleika, at fáa eitt arbeiði.