Tað er kommunan hjá tí einstaka, sum ger av, um eitt fólk kann fara á privat ellisheim, men av tí at kommunurnar reka tey almennu ellisheimini, aftra tær seg við at gera tað. Nú ætlar almannamálaráðharrin at broyta lógina, so tey gomlu fáa rætt til at velja, um tey vilja fara á eitt alment ella á eitt privat ellisheim.