Ríkisrættarliga støðan
Hvussu skulu trupuleikarnir á flogvøllinum í Vágum loysast?
Hetta var eisini eitt mál, sum Jóannes Eidesgaard tosaði við Anders Fogh Rasmussen um á danmarkarferðini týsdagin og mikudagin.
Jóannes Eidesgaard vísir á, at ætlanin hjá føroyingum at yvirtaka flogvøllin í Vágum hevur verið ein afturvendandi ósemja ímillum føroyingar og danir.
Danir hava bjóðað okkum at yvirtaka flogvøllin fyri onki.
? Men tað verður í tí standi, sum hann er í nú. Tað merkir so aftur, at vit mugu sjálvir gera og rinda fyri allar tær útbyggingar og ábøtur, sum krevjast, sigur Løgmaður
Hann sigur, at hann hevur víst á, at flogvøllurin er danskt ábyrgdarøki.
? Og tað er ein spurningurin er, hvussu áhugaðir vit eru fyri at yvirtaka ein flogvøll, sum hevur stórar ábøtur fyri neyðini, sigur løgmaður.
Jóannes Eidesgaard sigur, at á fundinum við danska forsætisráðharran, varð flogvøllinum tikin fram og trupuleikin kritaður upp fyri báðum pørtum.
? Vit hava víst á, at hetta er ein trupuleiki hjá báðum pørtum og tað hava báðir partar staðfest.
Hann sigur, at hann og Anders Fogh Rasmussen eru samdir um at venda aftur til flogvøllin.
Men hvat tað kemur at føra til, dugir løgmaður ikki at siga í løtuni.
.