Skulu vit aftur til peikipinn og skammikrók?

Hvørja skúlapolitiska kós hevur sitandi samgonga?

Bergur Djurhuus Hansen
studentaskúlalærari

Felagið hjá Studentaskúla- og HF-lærarum mótmælti fyri stuttum alment, at 26 næmingar eru í tveimum av flokkunum, sum byrjaðu skúlagongdina í Hoydølum í ár. Hetta er brot á skrivliga avtalu millum lærararnar og Mentamálaráðið, sum ásetur, at í mesta lagi 24 næmingar skulu verða í hvørjum flokki. Mentamálaráðið hevur sum aftursvar víst á, at málið fer at loysa seg av sær sjálvum, tí fleiri næmingar helst fara at gevast, áðrenn langt um líðir. Men grundgevingin er heldur veik. Fyri tað fyrsta er tað undir øllum umstøðum brot á avtaluna, sum sigur, at í mesta lagi 24 skulu verða í hvørjum flokki (eisini við skúlaársbyrjan), og harumframt er tað heilt burturvið at taka næmingar inn á skúlarnar við teirri fortreyt, at so og so nógvir av teimum skulu gevast. Hetta avdúkar eina hugsan úr farnum tíðum, tá tað var avgerandi at fjálga um tey, sum frammanundan vóru væl fyri, og sálda hini frá. Endamálið við miðnámsútbúgvingunum í dag má verða, at so nógv sum gjørligt av teimum, sum byrja eina miðnámsútbúgving, fáa prógv.

Hví tílíkt stríð?
Tað er tó ikki løgið, at eitt tílíkt stríð tekur seg upp. Lærararnir leggja dent á eitt gott umhvørvi í skúlunum og dygd í útbúgvingini, Mentamálaráðið hinvegin er undir politiskum trýsti og vil gera skúlaskipanina einfalda at umsita og bíliga at reka. Til ber eisini at spyrja, um tað er so stórur munur á 24 og 26 næmingum, og um ikki tað er rætt at spara við at lata fleiri næmingar ganga í hvørjum flokki.
Til hetta er at siga, at góðtaka lærararnir fyrst, at 26 næmingar eru í hvørjum flokki í ár, so kann talið gerast 28 ella 30 næsta ár. Møguliga er tað hetta, sum býr undir avgerðini hjá Mentamálaráðnum, og hvat er ein avtala tá verd? Tó snýr hetta seg ikki fyrst og fremst um prinsipp og avtalubrot, tað snýr mest um, hvussu hvør einstakur næmingur trívist í skúlanum, og hvør dygdin er í undirvísningini, næmingurin fær.

Undirvísing fyrr
Fyrr í tíðini, t.v.s. fyri 30-40 árum síðani, bar væl til at hava heilt upp í 40 næmingar í hvørjum flokki í allari skúlaskipanini, líka frá byrjan til enda. Lærarin stóð uppi við talvuna og helt fyrilestur, meðan næmingarnir sótu og lýddu á. Guð náði tann, sum ikki sat stillur, tí neyðugt var við harðari disiplin. Av teimum 40 fingu tó bert eini 12-15 realprógv og upp aftur færri studentsprógv. Trivnaðurin í skúlanum mundi hjá mongum vera so sum so, og ivaleyst vóru tað fleiri við góðum evnum, sum ongantíð komu fyri seg. Hinvegin var samfelagið eisini øðrvísi tá, og krøvini til útbúgving ikki tey somu.

Undirvísing í dag
Ì undirvísingini í dag verður støði í mest møguligan mun tikið í hvørjum einstøkum næmingi, og lærarin stendur ikki og heldur fyrilestur hvønn dag, men letur næmingarnar arbeiða. Tað merkir ikki, at talvuundirvísingin heilt er burtur, men at næmingarnir taka lut í tí, sum fer fram í flokshølinum og sjálvir eru við til at orða uppgávur, finna tilfar o.s.fr. T.d. skulu næmingarnir í fleiri lærugreinum sjálvir velja evni at skriva ritgerð um. Lærarin skal tá geva hvørjum einstøkum næmingi vegleiðing, og eydnast hetta væl, verður áhugin ein drívandi megi í undirvísingini. Men tað sigur seg sjálvt, at verða ov nógvir næmingar í hvørjum flokki ber tílík undirvísing ikki til, tá noyðist lærarin aftur at halda fyrilestrar, og so má hvør næmingur klára seg sum best. Stundir verða ikki til at tosa við hvønn næming sær og als ikki til at taka sær av teimum, sum av onkrari orsøk hava trupult við at skilja tað, sum lærarin ella aðrir næmingar siga. Trivnaðurin hjá næmingunum verður verri og dygdin í undirvísingini við.

Hvat slag av skúla ynskja vit?
Seinastu nógvu árini hevur dentur verður lagdur á at fáa næmingarnar at trívast í skúlunum og gera teir áhugaðar í tí, teir skulu læra, heldur enn at tvinga teir til tað. Enski heimspekingurin Herbert Spencer tók til í eini grein longu fyri 150 árum síðan, at allar broytingar í undirvísingarverkinum áttu at havt sum aðalmál "to make the acquirement of knowledge pleasurable rather than painful.. and all education interesting", t.v.s. í mest møguligan mun gera atgongdina til vitan og útbúgving lætta, hugaliga og áhugaverda. So langt er Mentamálaráðið eftir øllum at døma ikki komið enn.

Ljótur minnisvarði
Næmingar í dag mugu sleppa at kjakast, gera viðmerkingar, spyrja, seta sær sjálvum uppgávur o.s.fr. Ikki bara tí teir á henda hátt menna eina sjálvstøðuga og kritiska hugsan, men eisini tí hetta er ein avgerandi treyt, skulu vit fáa næmingarnar at støðast í skúlunum og harvið røkka málunum, sum løgmaður og samgongan hava sett sær : at øll skulu fáa eina miðnámsútbúgving. Sleppur avgerðin hjá Mentamálaráðnum um at hækka talið av næmingum í hvørjum flokki at standa við, verður tað eitt stórt afturstig fyri undirvísingina í studentaskúlunum og eitt ljótt minni um sitandi samgongu.