Skulu vit hava fólkaræði ella teknokrati?

Á valinum 26. mars valdi Føroya fólk síni umboð í Føroya Løgting. Valið fevndi um klassiskar politiskar spurningar – samband og loysing, vinstru og høgru, virðispolitikk og annað.

 

Úrslitið er nú  veruleiki:

 

Fólkið hevur valt síni umboð, tey hava tikið sæti á tingi, landsstýrisfólk eru útnevnd, og nevndirnar mannaðar – alt í samsvari við okkara fólkaræðisligar grundreglur.

 

Kortini hoyra vit nú røddir, m.a. frá persónum við tilknýti til Demokratia og Javnstøðunevndina, sum seta spurnartekin við úrslitið av hesi tilgongd. Tað verður sagt, at “tað er torført at stýra, hvat veljarin velur” (Niels Uni Dam - Demokratia), og at vit eiga at “lóggeva” okkum til aðra javnvág (Brandur Mortensen Nolsøe - Javnstøðuskrivstovan)

 

Tað er ein álvarsom kós at velja, tí spurningurin er einfaldur:

 

Skulu vit hava eitt fólkaræði, har veljarin avger tingsamansetingina – ella eitt skipanarlag, har serfrøðingar og skipanir royna at stýra úrslitinum?

 

Í einum fólkaræði er tað fólkið, sum velur. Tað merkir eisini, at úrslitið ikki altíð samsvarar við ynski hjá øllum – tað er ein partur av skipanini. Vil ein broyta úrslitið, má tað gerast gjøgnum fólkaræðið: stilla upp, vinna undirtøku og flyta meirilutan.

 

Alt annað er at flyta valdið frá veljaranum!

 

Vit kundu øll hugsað okkum, at úrslitið sá øðrvísi út á onkrum øki.

 

Onkur ynskir meira borgarligan politikk, onnur meira loysing, onnur aftur betri umboðan av ávísum bólkum – til dømis handverkarum ella fiskimonnum, sum eru sera undir umboðaðir.

 

Men vit regulera ikki slíkt við at leggja bindingar á valið. Tað hevði verið eitt brot við sjálvt grundarlagið undir fólkaræðinum.

 

Tí er tað avgerandi, at vit halda fast í meginregluni:

 

Valdið liggur hjá fólkinum.

 

Tá tað verður ført fram, at vit eiga at “stýra” úrslitinum við lóggeving, flyta vit okkum burtur frá fólkaræði og ímóti einum meira teknokratiskum skipanarlagi, har skipanir og serfrøði fáa størri vald enn veljarin.

 

Tað er ikki rætta leiðin.

 

Fólkaræðið er ikki fullkomið, men tað er besta skipanin, vit hava – tí hon byggir á álitið millum veljaran og tann valda. Veljarin hevur møguleika at skifta sítt umboð út, men ikki teknokratin. Tí má fólkaræðið eisini verða útgangsstøðið frameftir. Øll muga vit virða úrslitið eisini tey, sum ikki eru samd við úrslitinum.

 

Hetta skal ikki skiljast, sum at undirritaði er ímóti størri kvinnuumboðan. Kynini eru ymisk á nógvum økjum. Tað í sær sjálvum er uttan iva ein styrki og gevur fjølbroytt orðaskifti í nógvum málum. Men teknokraturin kann ikki sleppa at avgera hvussu tingmanningin sær út ella skipað seg - tað skal fólkaræðið.

 

 

 

Fróði Magnussen.