Sendingin ávirkaði meg stórliga, og eg hugsaði við mær: »Eru tað veruliga havnarfólk, ið eru so kensluleys, og ikki hava virðing fyri tí, ið farið er? Ber tað til, at nakar havnarmaður/kona kann fáa seg til at forkoma ella taka burtur av søguligu bygningunum, ið vit eiga her í Havn, bert fyri at brúka økið til peningaligan vinning hjá einari fyritøku, ið eins væl kann liggja aðrastaðni enn inni í miðbýnum?
Um so verður, at »Gamla Hospitalið« verður burturbeint og økið brúkt til vinnuligt endamál, so missa vit føroyingar ein part av søgu og fortíð okkara. Vit fara eisini at missa ein part av okkum sjálvum, sum vit (føroyingar) skulu byggja framtíðina á. At hava eina fortíðarsøgu er ógvuliga týðandi fyri eitt fólk, og er hetta eisini galdandi fyri okkum føroyingar
Søguligu virðini
í Sigmundargøtu/
í Rættará ella
við Vestaru Vág:
Gamla hospitalið er ein søguligur bygningur við søguligum virði, og samstundis er hospitalið partur av gomlu søguligu bygningunum og umhvørvinum í Sigmundargøtu, eisini nevnt í Rættará ella við Vestaru Vág.
Gamla hospitalið stendur sum sagt í Sigmundargøtu, har nógv onnur søgulig hús eru, og eg vil her nevna nøkur av teimum søguligu virðunum, sum eru har í grannalagnum:
1.søguliga grannahúsið er Müllers Pakkhús, ið er friðað.
2.søguliga grannahúsið er Skeiva Pakkhús.
Á sjónum ? undir Skeiva Pakkhúsi, við høgukei liggur søguliga skipið Norðlýsið.
Oman fyri vegin úti í Sigmundargøtu 34 standa gomlu bóndahúsini hjá Müller, ið enn ikki er millum søguligu húsini, men sum eg haldi átti at verið friðað.
Norðan fyri bóndahúsið, t.v.s. í Sigmundargøtu 30 stendur søguliga húsið Kristines Minde - eisini kallað Bauers hús, har fyrstu katolikkarnir hildu til og høvdu teirra fyrstu kirkju.
Við norðaru áarsíðu niðri í Rættará standa gomlu sethúsini hjá Østrøm. (Østrøm kenna vit øll frá sanginum »Her nógv er at gera« ella «til Havnar vit fara«).
Grannahúsið hjá Østrøm í Rættará er húsið hjá Elias í Rættará, spell at slíkt hús fær loyvi at forfalla, tí húsið er serstakt, hugnaligt og hevur ikki sørt av gomlum týdningi niðri í Rættará. T.d. hevur húsið vindeygu frá niðurtiknu katólsku kirkjuni, men vindeyguni síggjast tíverri ikki longur, tí pláta er negld fyri.
Vestan fyri húsið hjá Elias í Rættará stendur gamla myllan, ið vit eiga at varðveita.
Fara vi tút aftur í Sigmundargøtu og hinu megin vegin (t.v.s. eystur eftir ella sum fyrr, so oman móti sjónum), so stendur har tann gamla søguliga og hugnaliga fabrikkin hjá Østrøm, ið hevur sítt heilt sermerkta snið.
Fabrikkin hjá Østrøm setur, saman við øllum hinum í økinum, sín serstaka dám á umhvørvið við Vestaru Vág. Vit kunnu fara frá Gamla Hospitali, um Müllers Pakkhús, Stabbarnar við Müllers Pakkhús, Skeiva Pakkhús, Høgu kei, Lágu kei, fabrikkin hjá Østrøm (nú á Skálatrøð), yvir til Smiðurnar í Lítluvík, yvir og út í Vágsbotn, út í Bakka og út á Nesið ? Tinganesið har serstaki hugnin fram við Vestaru Vág endar ella byrjar, og har útsýnið móti gamla hsopitali, ið eisini er byrjanin ella endin á økinum, er ein sera hugnalig og friðsæl sjón.
Við hesum vil eg vísa á, at verður »Gamla Hospitalið« burturbeint, missa umhvørvið og vit øll ? t.v.s. allir føroyingar ? stór søgulig virði, ein søguligan bygning og eitt søguligt og hugnaligt umhvørvi, ið vit ikki eiga ov nógv av.
Eg kundi hugsað mær at vita, um havnarfólk og føroyingar sum heild veruliga góðtaka, at nútíðar vandalisma, mammon og løtuvinningur hjá einstøkum borgarum taka og ræna burtur av fátæksliga søgutilfari okkara?
Tá húsið, t.v.s. Gamla Hospital, er burtur og økið brúkt til annað endamál, er ov seint at angra, at vit hava søplað burtur søgulig virði av berari vandalismu og egoismu hjá vinnulívinum.
Um Gamla Hospitalið verður burturbeint, hvat verður tá næsta húsið har í grannalagnum, ið kemur at standa fyri skotum? Eg seti spurningin, hóast eg havi gjørt mær nakrar tankar um tað.
Vónandi fær hetta lesarabrævið ávirkan á landsins myndugleikar, bý- og bygdaráð, og øll, ið skulu taka avgerðir í slíkum málum. Hugsið tykkum væl um, áðrenn stórar broytingar skulu fara fram í einum umhvørvi. Takið granna og áhugað við í samráðingarnar, soleiðis at ikki bert eitt einstaklinga áhugamál kemur fram og vinnur frama ? demokrati hildnast, sum vit væl vita, best í longdini
Tit ? landsins myndugleikar, mugu minnast til, at øll fólk hava eitthvørt gott hugskot, tað eru ikki bert myndugleikarnir og sokallað lærd fólk, ið duga og hava eitthvørt gott at bera fram.
Vónandi verður økið við Vestaru Vág og tí eisini »Gamla Hospital« varðveitt.
Tórshavn, 22. jan. 1998
Solveig Isfeldt