Skulu vita um pengarnar úr Danmark

– Eg haldi, at tað er rætt og rímuligt, at Føroya fólk fær at vita, hvussu nógvar pengar flokkarnir fáa úr Danmark.

 

Tað sigur Kári P. Højgaard, løgtingsmaður fyri Nýtt Sjálvstýri.

 

– Um tað er skaðiligt fyri landið at fáa blokkstuðul úr Danmark, hví er tað so ikki skaðiligt fyri føroysku politisku flokkarnar at fáa stuðul úr Danmark, spyr Kári P. Højgaard.

 

Trýstið á pílin undir myndini og hoyrið samrøðu við Kára P. Højgaard á Rás2 í dag.