Russar halda fram við álopunum á ukrainska høvuðsstaðin, Kyiv.
Og soleiðis var eisini í nátt.
Ukrainska herleiðslan sigur, at 15 russiskar rakettir og 18 dronur eru skotnar niður yvir Kyiv í nátt.
Higartil er einki frætt um, at íbúgvar í býnum eru raktir í russisku álopunum í nátt.
Tað er tíðindastovan NTB sum ber hesi tíðindi í morgun.