Skutu eftir ferðafólkum við vatnbyrsum

Stór mótmæli ímóti ferðavinnuni í Barcelona um vikuskifti

Um vikuskifti vóru mótmæli móti hópferðavinnuni í Barcelona. Summi óheppin ferðafólk fingu karm, tá ið mótmælisfólk sproytaðu vatn eftir teimum við vatnbyrsum.

 

Orsøkin til mótmælini er, at nógv eru vorðin troytt av hópferðavinnu í katalanska høvuðsstaðnum.

 

Í fjør komu 15,6 milliónir ferðafólk til býin, og hóast tað skapar inntøkur fyri summi, so vísa fleiri á, at livikostnaðurin er hækkaður heilt nógv. Tað er eisini blivið sera trupult at fáa fatur á onkrum at búgva í. Í fjør kunngjørdi býráðið í Barcelona, at ætlanin er at seta forboð í gildi fyri stutttíðarleigu umvegis Airbnb. Broytingin kemur eftir ætlan í gildi í 2028.

 

Mótmæla í øllum Spania

 

Eisini á Kanariuoyggjunum, á Mallocra og í Málaga við sponsku suðurstrondina hava mótmælisgongur verið seinastu mánaðirnar, har túsundtals fólk savnaðust at vísa sína ónøgd við ferðavinnuna.

 

Time Magazine skrivar, at sambært tølum frá AirDNA eru tað í løtuni 400.000 stutttíðarleigumál í øllum Spania, og at spanska stjórnin í løtuni viðger, um forboð skal setast fyri at brúka bústaðir til stuttíðarleigu til ferðafólk.