Skutu eftir tveimum forsetum

Ókendir menn skutu í gjár eftir bilafylginum hjá forsetunum í Georgia og Póllandi. Eingin varð raktur Georgiski forsetin, Mikheil Saakas­hvili, og polski forsetin, Lech Kaczyn­ski, vóru á veg til eina marknastøð á markinum millum Georgia og Suðurossetia, tá fleiri skot vórðu latin av.

Amerikanska sjónvarpið CNN sigur, at skotini komu úr tí umráðnum, sum er undir russiskum eftirliti. Tað var júst her, at russiskir og georgiskir hermenn bardust um Suðurossetia í august.

Georgiski forsetin segði aftan á tilburðin, at talan var um ágang ímóti Georgia.