Skutu hvítabjørn sum nærkaðist barnafamilju

Fleiri ávaringarskot vórðu latin av í royndini at fáa hvítabjørnina at rýma, men bjørnin legði einki í skotini.

Tað nyttaði einki at skjóta ávaringarskot, tá ein hvítabjørn nærkaðist einari familju sunnan fyri litlu grønlendsku bygdina, Niaqornat, leygardagin.

 

Hvítabjørnin læt seg ikki ræða og legði líka í skotini, samstundis sum hon kom nærri og nærri familjuni, sum stóð úti og gjørdi mat.

 

Grønlands Politi fekk fráboðan um hendingina leygardagin klokkan 18.21. Tá var hvítabjørnin longu skotin, sigur vaktleiðarin, Hans-Peter Berthelsen, við Sermitsiag.

 

Vaktleiðarin leggur aftrat, at fleiri ávaringarskot vórðu latin av í royndini at fáa hvítabjørnina at rýma. Men, bjørnin legði einki í skotini, og tá hon nærkaðist børnunum, varð neyðugt at skjóta.

 

Sermitsiaq hevur roynt at fáa eina viðmerking frá ráðnum fyri fiskiveiði og veiði annars til málið, men hetta er ikki eydnast. Ráðið skal nevniliga meta um, hvørt reglurnar vórðu fylgdar, tá hvítabjørnin varð skotin.

 

##med2##

 

 

 

Hesar eru ikki tespiligar at koma í holt við, og tær kunnu gerast lívsvandamiklar.