(KLAKSVÍK) Skotini dundu, kúlurnar flugu gjøgnum luftina, og millum soraðar politibilar og brotin húsavindeygu var tað eitt undur, at einki fólk varð rakt av kúlunum, tá fýra unglingar gingu berserkagongd við riflum í Klaksvík sunnukvøldið.
Tveir politibilar vóru gjøgnumgataðir av kúlum, fleiri húsavindeygu í grannalagnum vórðu rakt av kúlum, og skotið varð eisini eftir løgreglumonnum og øðrum fólki.
Trý fólk fingu smærri snuddir, men tað var um reppið, at onkur varð raktur av kúlunum. Tvey fólk kláraðu í seinastu løtu at flyta seg undan skoti, tá dreingirnir skutu í vindeyguni hjá teimum, og hesi fólkini vórðu rakt av glasbrotum.
Ein kona, sum kom koyrandi fram við í einum bili, fekk snudd í lærið, tá ein av dreingjunum skjeyt inn í førarahurðina. Kúlan streyk fram við konuni og inn í girkassan. Konan, sum ikki varð greið yvir, hvat varð hent, steðgaði bilinum og fór út at hyggja eftir hurðini, og tá varð aftur skotið eftir henni. Hon slapp sær til rýmingar og slapp undan kúlunum, men hon noyddist á skaðastovuna, tí hon hevði fingið brot frá hurðini inn í lærið.
Skutu eftir løgregluni
Fólk í umráðnum vóru skelkað av hendingini, og meðan skotini rungaðu, rýmdu grannarnir á dyr fyri at leita sær skjól.
Ein av grannunum var ávegis til húsa, meðan skottilburðurin fór fram, men tá hann sá, hvussu støðan var, leitaði hann sær skjól og fór at ringja til onnur fólk í umráðnum fyri at ávara tey.
Løgreglan kom á staðið um hálvgum nýggju tíðina, men tá løgreglumenninir komu á dyr á húsunum, har dreingirnir vóru staddir, vórðu teir bidnir um sleppa sær avstað, og síðani fóru dreingirnir at skjóta eftir teimum.
Løgreglumenninir vórðu noyddir at flýggja og leita sær skjól nærindis. Løgreglubilarnar vórðu síðani gjøgnumskotnir. Rútar, dekk og hurðar vórðu skotin, og annar av løgreglubilunum hevði hol eftir fleiri enn 30 kúlur.
Løgreglumenninir bóðu síðani um styrk, og trý løgreglufólk komu á staðið afturat. Løgreglufólkini brynjaðu seg við skotvápnum og skottryggum vestum, men løgreglan lat einki skot av.
Teir royndu at tosa dreingirnar til rættis, og tað eydnaðist, at fáa dreingirnar at leggja vápnini. Dreingirnir royndu at sleppa sær til rýmingar. Tríggir teirra flýddu oman móti býnum, men fólk, sum var á staðnum, helt eftir teimum. Dreingirnir vórðu fangaðir, og løtu seinni hevði løgreglan eisini fingið fatur á fjórða dreinginum.
Teir vórðu allir fluttir á løgreglustøðina, har teir vórðu avhoyrdir sunnukvøldið og mánanáttina.
Kúlurnar fóru ígjøgnum bilarnar
Undir skottilburðinum fjaldi eitt av løgreglufólkunum seg undir vegginum á einum grannahúsi, og í hesum veggi standa í dag greið boð um, at skotið var eftir hesum løgreglumanni. Stór hol eru í vegginum eftir skotinum frá kraftmiklu vápnunum.
At talan var um ógvuslig vápn sást millum annað av, at kúlurnar fóru inn í aðari síðuni av løgreglubilunum og útaftur hinumegin.
Dreingirnir skutu eisini eftir Sjómansheiminum, sum liggur einar 400 metrar frá húsunum, har teir vóru staddir. Ein rútur varð skotin inn á kamarinum hjá fyristøðufólkunum, og glasbrot sløddust um alt kamarið, har eingin tíbetur staddur, tá kúlan kom og sendandi gjøgnum rútin.
Eisini varð skotið oman í býin, men eingin varð raktur av hesum kúlum. Løgreglan ráddi fólki, sum koyrdi í býnum, um at sleppa sær til húsa.
Ólógligar riflur
Dreingirnir høvdu fingið fatur á vápnum og lóðri inn hjá skyldmanni hjá einum av dreingjunum. Hesin maðurin varð burturstaddur sunnudagin, og unglingarnir vóru farnir inn í húsini, haðani teir skutu við skørpum.
Tá løgreglan kom á staðið kókaði rættiliga yvir, tí tá fóru dreingirnir at skjóta eftir fólki, bilum og húsum. Bara smávegis fólkskaði hendi undir skottilburðinum, sum samanlagt í einar tveir tímar, men tað var meira eydnan enn skilið sum gjørdi, at eingin varð niðurskotin.
Løgreglan vil ikki upplýsa, hvørji og hvussu nógv vápn dreingirnir høvdu, men talan er um kraftmiklar riflur, sum ikki eru loyvdar í Føroyum. Løgreglan váttar eisini, at nógv lóður var í húsunum, og eftir skottilburðin lógu patrónhylki og sløddust kring húsini.
Teir fýra dreingirnir eru allir undir 15 ár, og tí kunnu teir ikki rættarfylgjast. Løgreglan, sum heldur fram at kanna málið, hevur latið Barnaverndini og sosialu myndugleikunum í Klaksvík málið.
Barnaverndin var við til forhoyrini eftir tilburðin, og í gjár fundaðust tey um málið. Formaðurin í Barnaverndini vildi ikki gera viðmerkingar, tá vit tosaðu við hana á middegi í gjár.h;llum mismuni millum einstaklingar og stættir.
Ein sjálvsagdur táttur í hesum stríðnum fyri samfelagsligum frælsi er at vit tjóðskaparliga eisini vilja standa á egnum beinum, at vit gerast búskaparliga sjálvbjargin og eisini ráða okkum sjálvi til fulnar - so vit sum búgva í hesum landi, og ongin annar, skulu ráða fyri, hvussu vit skipa okkara samfelag.. Men vit ásanna, at vit hava ídag ikki allar tær búskaparligu og fyrisitingarligu fortreytir sum skulu til, og tí er fyrsta stigið, at vit miðvíst fara eftir at útvega okkum tær, at vit nú fara at leggja grundarlagið, sum einar frælsar Føroyar kunnu standa á. Javnaðarflokkurin loypir ikki eftir einum fullveldi, sum búskaparligt og fyrisitingarligt grundarlag ikki er undir, og sum vit skulu gjalda fyri við skerdum samfelagsligum frælsi.
Jú, eg haldi tað er so náttúrligt, at ein sosialistur og sjálvstýrismaður hoyrir heima í Javnaðarflokkinum. Tá eg svaraði Manna síðst, vísti eg á, at tað hava verið gjørdar fleiri royndir at skipa politiskar flokkar vinstrumegin Javnaðarflokkin, sum tó allar eru so syndarliga miseydnaðar. Mín niðurstøða av hesum royndum var, at tað neyvan fer at verða rúm og vónandi heldur ikki neyðugt við nýggjum vinstraflokki. Tað er mín sannføring, at tey vinstrahallu sjónarmiðini skulu kunna rúmast í og vera ein partur av tí føroyska Javnaðarflokkinum. Tað var m.a. út frá hesi greiðu fyritreyt at eg á vári 1998 játtaði at fara uppí og stilla upp fyri Javnaðarflokkin.
Eg havi eisini sannað, nú meir enn tvey ár eru farin, at tað er hugsjónarliga rúm í Javnaðarflokkinum, her er vítt til veggja, ofta í sera lívligum og hvassum orðaskifti, um sosialismu og sjálvstýri, um neyðsemjur í gerandisdegnum og um politiskar hugsjónir. Men eg skal viðganga, at eitt mál hevur lagt seg tungt yvir alt og troðkað øll onnur spennandi mál til viks - tað er hetta stríðið um fullveldi ella sjálvstýri. Tí eri eg ein teirra, sum gleði meg til vit hava fingið lagt tað afturum, og tað aftur verður møguligt at viðgera verulig samfelagsmál, uttan at støðutakanin í hesum stríðnum skal forða fyri samstarvi millum teir flokkar, sum annars áttu at staðið saman, nevnliga Javnaðarflokkin og Tjóðveldisflokkin.
Hans Pauli Strøm,
javnaðarmaður