Tað sigur Eivind Weyhe, málfrøðingur, í viðmerking í Sosialinum í dag.
Tað var Sjúrður Poulsen, fyrrverandi lærari í Hvan, sum er ættaður úr Skúvoy, sum í Sosialinum spurdi, “Hví hevur Skúvoyggin broytt navn í nýggja føroyakortinum?”
Sjálvur segði Sjúrður Poulsen seg nevna bygdina Skúgvi og oynna Skúvoy og vildi vera við at so siga skúvoyingar eisini
Eivind Weyhe vísir á, at í Føroyum er tvinnanda framburður: Skúvi (uttan skerping) og Skúgvi (við skerping). Formurin líkist tí hvørjumfalli av fuglaheitinum: einum skúvi ella einum skúgvi. Men í navninum á oynni og bygdini er hatta -i í endanum bara ein viknað úttala av -oy.
– Skulu vit halda okkum til ta etymologisku stavsetingina, má navnið skrivast annaðhvørt Skúvoy ella Skúgvoy (men við úttaluni Skúvi/Skúgvi) á sama hátt sum vit skriva Fugloy, Svínoy, Nólsoy, men siga Fugli, Svíni, Nólsi, sigur hann.
Úttalan við skerping (Skúgvi) er tann vanliga sunnanfjørðs, tann óskerpta (Skúvi) vanligari norðanfjørðs. Tá ið nøvn skulu setast á kort, kemur ein viðhvørt í ta støðu at skula velja ímillum navnaformar, tí tveir ella fleiri eru í brúki. Helst vilja teir ið gera kort, sleppa undan av hava dupultformar á einum korti (dømi um eitt undantak er at báði Sørvágsvatn og Leitisvatn er á kortinum).
Tá ið kortini í kortmátinum 1:20.000 (tey sonevndu máliborðsbløðini) komu út í 1980-90’unum, skuldi støða takast til um Skúvoy ella Skúgvoy skuldi standa á kortinum. Ein nevnd við umboðum fyri Matrikulstovuna og Fróðskaparsetrið valdi tá at brúka tann skerpta formin Skúgvoy av tí at tað var úttaluformurin í tí øki í landinum har oyggin er.
Kortið við Skúgvoy kom í 1996, útgivið av Kort- og Matrikelstyrelsen, og tað kortið hevur verið grundarlag undir kortum ið síðan eru gjørd, t.d. korti í mátinum 1:100.000 hjá Kort- og Matrikelstyrelsen frá 2004 og hjá Námi frá 2014 (hetta seinra við góðkenning frá Staðarnavnanevndini).
Men tað at tann skerpti formurin Skúgvoy er valdur, merkir á ongan hátt at tann óskerpti formurin Skúvoy er skeivur. Báðir eru teir líka góðir og rættir, sigur Eivind Weyhe.
Viðmerkingin hjá Eivindi Weyhe kann lesat VIÐ AT TRÝSTA HER