Skúvoy skal hava nýggjan borgarstjóra

Poul Ásmund Tórarenni, sum hevur verið borgarstjóri í Skúvoyar kommunu síðan seinasta kommunuval, stillar ikki uppaftur.

Tað er greitt, at Skúvoy skal hava nýggjan borgarstjóra eftir kommunuvalið í november.

 

Síðan hin 1. januar 2021 hevur Poul Ásmund Tórarenni verið borgarstjóri í Skúvoyar kommunu, men hann hevur gjørt av ikki at stilla uppaftur.

 

- Eg sat í kommunustýrinum eitt valskeið, áðrenn eg tók við sum borgarstjóri eftir kommunuvalið í 2020.

 

Poul Ásmund Tórarenni, ið siglir sum dekkari við Tróndi í Gøtu, heldur, at hann í løtuni hevur so nógv annað at brúka tíðina til.

 

- Avgerðin er tikin, og eg stilli ikki upp aftur á komandi vali. Um eg einaferð vendi aftur, dugi eg slett ikki at siga í løtuni.

 

Borgarstjórin sigur, at tey hetta valskeiðið hava sett fleiri gøtulyktir upp í Skúvoy, og eisini hevur verið bøtt um vegin, sum fór illa í kavanum á vári fyri 2-3 árum síðan.

 

- Sum kommuna í Sandoyar sýslu luttaka vit eisini í eldrasamstarvinum í sýsluni eftir løgdum býtislykli.

 

Poul Ásmund Tórarenni ásannar, at fíggjarorkan hjá einari so lítlari kommunu er lítil, men roynt hevur verið sum frægast at gera ábøtur og smærri íløgur í bygdini.

 

- Tá eg var smádrongur, búðu næstan 100 fólk í Skúvoy. Í dag eru vit færri enn 40, sigur hann.

 

Borgarstjórin leggur aftrat, at meira fólk hevur verið úti í Skúvoy og ferðast, síðan Sandoyartunnilin læt upp, serliga nú í summarmánaðunum.

 

- Vit hava eitt gott skip við Sildberanum, men ein stórur trupulleiki er farmaflutningurin, tá talan er um tyngri ting, sum vit skulu hava út í oynna, sigur Poul Ásmund Tórarenni.

 

Í Skúvoyar kommunu eru tríggir bygdarráðslimir. Aftrat borgarstjóranum, eru bygdarráðslimirnir Harry Jensen og Jákup Andrias Thomsen.